HM: Okkara komandi mótstøðulið røkkur ikki fjórðingsfinalunum

Niðurlond máttu taka til takkar við javnleiki móti Eysturríki

Niðurlond, ið fara at spæla EM-undankappingardystir móti Føroyum 12. og 16. mars røkkur ikki HM-fjórðingsfinalunum á hesum sinni.

 

Í seinasta dystinum í millumbólki 2 máttu Niðurlond taka til takkar við javnleiki 37-37 móti Eysturríki. Niðurlond vóru á odda 19-17 í steðginum. 

 

Tað leikaði javnt á allan dystin, og tað vóru ongantíð meir enn tvey mál á muni.

 

Niðurlond skjóta nógv mál, men lata samstundis nógv mál inn. Tað vísa dystirnir í HM-endaspælinum. Men tað er samstundis ein staðfesting av, at Føroyar mugu skjóta nógv mál móti Niðurlondum, um vit skulu knógva eitt stig ella bæði tvey í stórhøllini við Tjarnir 12. mars.

 

Ungarn sum møtir Katar nú klokkan 17 hevur nú besta møguleikan at fylgja Fraklandi í HM-fjórðingsfinalurnar. Vinna ungarar væntaða sigurin koma teir upp á sjey stig. NIðurlond hava fimm stig, og Eysturríki hevur fýra stig. Okkara HM-banamenn, Norðurmakedonia hava fýra stig, men teir møta fronsku bólkavinnarunum í kvøld, so tað er ikki nógv sum talar fyri, at teir fáa stig. Katar er aftast í bólkinum við ongum stigi. 

 

Av tí, at Niðurlond taptu fyri Ungarn verður Ungarn omanfyri Niðurlond, um tað skuldi vilja so illa til, at ungararnir tapa fyri Katar.

 

Niðurlond-Eysturríki 37-37 (19-17)

 

Toppskjúttar Niðurlond: Luc Steins 7, Rutger Ten Velde 6, Lars Kooij 5, Niels Versteijnen 5.

 

Toppskjúttar Eysturríki: Sebastian Frimmel 7, Tobias Wagner 7, Lukas Hutecek 5, Nemanja Belos 5. 

 

Skráin:

 

21. januar: Eysturríki-Norðurmakedonia 29-29 (14-13)

 

21. januar: Katar-Niðurlond 37-38 (19-17)

 

21. januar: Ungarn-Frakland 30-37 (15-23)

 

23. januar: Norðurmakedonia-Katar 39-34 (21-17)

 

23. januar: Niðurlond-Frakland 28-35 (13-19)

 

23. januar: Ungarn-Eysturríki 29-26 (12-13)

 

25. januar: Niðurlond-Eysturríki 37-37 (19-17)

 

25. januar: Katar-Ungarn (klokkan 17)

 

25. januar: Frakland-Norðurmakedonia (klokkan 19.30)