Mellouli svam 14:24.16 í innleiðandi riðlinum í morgun. Hann var ikki við í finaluni, tí tilmeldingartíðin var ókend hjá FINA, altjóða svimjisambandinum. Tíðin, hann svam í morgun, stóð hinvegin við, og tí fær hann handað gullheiðursmerki.
Pál Joensen varð samlað nummar átta við tíðini 14.54.94.
Glæsner legði bragdliga fyri. Vágbingurin var við fyrstu 400 metrarnaar, men dragnaði síðan í smáum. Frederico Colbertaldo, Italia, og Gergely Guerta, Ungarn, togaðust eisini um oddasessin, men teir stóðu ikki Glæsner kurl.