HM: Peter Krogh ynskir sær Slovakia ella Litava

Stórskjúttin hjá H71 ynskir eisini at undganga Slovenia

28. januar verður lutakast um hvørjum føroyska manslandsliðið í hondbólti skal møta í tveimum Play Off dystum í HM-undankappingini.

 

Tað stendur millum hesi nýggju londini: Eysturrríki, Hvítarussland, Bosnia, Litava, Norðurmakedonia, Portugal, Slovakia, Slovenia og Ukraina.

 

Stórskjúttin hjá H71, Peter Krogh sum eisini er millum álitisspælararnar á landsliðnum er ikki líka skjótur at nevna bara eitt ynskimótstøðulið sum hinir landsliðsspælararnir: - Eg vil helst møta antin Slovakia ella Litava. Elias Ellefsen á Skipagøtu, Kjartan Johansen og Jónas G. Djurhuus ynska eisini Slovakia sum mótstøðulið.

 

Eins og fleiri av landsliðsviðleikarunum vil Peter Krogh helst sleppa undan, at Føroyar møta Slovenia.