HM: Serbia og Danmark rættu stóra hjálp til Norra, sum spælir nú (stroyming)

Danmark vann í dag á Niðurlondum og lat bólk 1 heilt upp áðrenn seinastu dystirnar

Tjóðirnar í Bólki 1 í høvuðsumfarinum vóru í dag í eldinum aftur triðja dagin á rað, og alt tykist opið áðrenn seinasta dystin í ovurmorgin.

Serbia kom í høvuðsumfarið við ongum stigi, men hevur nú bast bæði Suðurkorea og Týsklandi og hevur ein møguleika at røkka hálvfinalunum við sigri á Danmark í ovurmorgin - Treytað av, at Suðurkorea vinnur á Norra klokkan 11.30 í dag.

Danmark vann á Niðurlondum í morgun og gevur Norra møguleikan at taka fremsta plássið í bólkinum, um tað eydnast at vinna á Suðurkorea fyrrapartin. Tann dysturin kann stroymast niðanfyri.

Undir øllum umstøðum verður bólkurin als ikki avgjørdur fyrr enn seinastu dystirnar í ovurmorgin. Stigatalvan sæst niðanfyri stroymingina.

 

 

<iframe frameborder="0" height="315" width="560" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" src="https://www.youtube.com/embed/Lu_36uTSUcA"></iframe>

 



Bólkur 1TjóðDystirMálmunurStig
1Týskland425
2Niðurlond4104
3Norra344
4Serbia4-124
5Danmark4-13
6Suðurkorea3-32