Aftr hesu ferð verður talan um nakrar tungar fótbóltsvikur, tá A-landslið okkara í fótbólti enn einaferð skal royna seg í altjóða høpi.
Hesu ferð stendur HM-undankappingin á skránni, og sum kunnugt komu Føroyar í bólk við Jugoslavia, Russland, Sweits, Slovenia og Luxemburg.
Byrja heima
Lagt verður fyri á heimavølli, tá føroyar hin 3. september í ár, skulu taka móti slovenska landsliðnum. Enn er ikki greitt, hvørt hesin dysturin verður leiktur á Tórsvølli ella inni á Svangaskarði.
Tveir aðrir dystir standa á skránni í ár, og verða hesir avgreddir innan fyri fimm dagar, tá Føroyar á útivølli skulu leika móti Sweits og Jugoslavi ávíkavist 7. og 10. oktober.
Komandi ár standa so ikki færri enn sjey altjóða landsdystir á skránni. Byrjað verður longu í mars mánaði, tá Føroyingar 24. og 28. í mánaðinum á útivølli skulu hitta Luxemburg og Russland.
Tað má metast at vera sera óheppið, at Føroysku leikararnir somikið tíðliga á árinum verða noyddir at leika landsdystirnar, og ikki minni óheppið kann tað tykjast, at ein av hesum dystum er móti Luxemburg, sum man vera tað liðið, ið vit hava bestar møguleikar fyri at fáa stig ímóti.
Føroyska kappingin er enn ikki byrjað um hetta mundið, og hóast landsliðið vanliga er á venjingarlegu um várið, so kann neyvan roknast við, at leikarar okkara eru so væl fyri, sum ynskiligt er, um hetta mundið.
Tvær fótbóltsvikur
Seinni á árinum fáa vit tvær rættuliga fótboltsvikur, tá vit á heimavølli skulu hitta Sweits og Jugoslavia dagarnar 2. og 6. juni, meðan Luxemburg og Russland vitja oyggjar okkara ávíkavist 1. og 5. september.
Hevur fótbóltssambandið verið óheppið í sambandi við útidystin móti Luxemburg, so má kortini sigast, at dysturin á heimavølli móti sama landið liggur sera væl fyri, sæð við føroyskum eygum.
Væntandi er heimliga kappingin tá komin somikið væl áleiðis, at tosað verður um seinastu og avgerandi umførini, soleiðis at leikararnir eru so væl fyri sum til ber til hesar dystir.
Seinasti dysturin í komandi undankapping er dysturin á útivølli móti Slovenia, og er hesin settur at vera 6. oktober 2001.