Spania og Føroyar eru víðari úr bólki D í U21 HM-endaspælinum í hondbólti aftaná sigrar á Angola og Japan.
Í annaðkvøld klokkan 19.15 spæla Spania og Føroyar bólkafinalu í Magdeburg. Vinnarin fær tvey stig við sær í millumumfarið, har hini bæði mótstøðuliðini vera Portugal og Brasil.
Spania er EM-vinnari, og tí er givið, at teir eru favorittar til at vinna á Føroyum í annaðkvøld.
Spania er ikki bara favorittur, teir eru greiður favorittur hjá átta altjóða veddingarfyritøkum.
Oddsini upp á sigur til Spania liggja millum 1,15 og 1,25.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 5,14 og 6,50.
Her eru oddsini:
##med2##