Verandi evropameistararnir, Spania fingu eina góða undansýning áðrenn HM-endaspælið.
Í seinasta venjingardystinum á Estadio Cuauhtemoc leikvøllinum í Puebla í Meksiko vann Spania 3-1 á Peru. Støðan var 3-0 áðrenn Peru megnaði at svara aftur.
Mikel Oyarzabal skoraði sætta dystin á rað fyri Spania, og nú eru spaniumenn spentir uppá um hann kann halda fast í góðu gongdini.
Komandi mánadag klokkan 17 leggur Spania fyri í HM-endaspælinum við dysti í bólki H í Atlanta í Georgia móti Grønhøvdaoyggjum (Kap Verde). Hini bæði liðini í bólkinum eru Saudiarabia og Uruguay.
Spania-Peru 3-1 (2-0)
1-0 Mikel Oyarzabal (2.)
2-0 Pedri (32.)
3-0 sjálvmál (53.)
3-1 Jairo Vélez (66.)











