HM: Teis og Áki vilja møta Norðurmakedonia

Teis Horn Rasmussen og Áki Egilsnes vilja sleppa at uppliva eina fulla hondbóltshøll í Skopje

Millum 13. og 20. mars skal føroyska manslandsliðið í hondbólti undir sína størstu uppgávu nakrantíð. Tveir HM-undankappingar Play Off dystir móti krútsterkari mótstøðu.

 

Tey níggju londini Føroyar hava møguleika at møta eru:

 

Eysturrríki, Hvítarussland, Bosnia, Litava, Norðurmakedonia, Portugal, Slovakia, Slovenia og Ukraina. 

 

Teis Horn Rasmussen og Áki Egilsnes eru samdir um, at teir vilja gjarna, at Føroyar trekkja Norðurmakedonia í Play Off dystunum í mars. 

 

- Tað hevði verið stuttligt at spælt i einari fullari høll niðri i Norðurmakedonia, sigur Áki Egilsnes.

 

Og Teis Horn Rasmussen er samdur: - Eg vil gjarna møta Norðurmakedonia í einari fullari høll í Skopje, sigur Teis.

 

Um hvat lið hann helst ikki vil møta sigur Áki: - Eg eigi uttan iva at siga tað er nakað lið sum eg ikki vil møta, men skal eitt veljast má tað vera Portugal.

 

Teis heldur eins og Helgi H. Hoydal, Rói Berg Hansen og Filip Jojic, at Slovenia er tað torførasta mótstøðuliðið Føroyar kunnu trekkja til Play Off dystirnar í mars.