HM-undankapping møguliga í Føroyum

Føroyar komu í bólk saman við Lettlandi, Italia og Luksemborg.

Fyri løtu síðani var lutakastið til HM-undankappingina til HM 2023, sum verður leikt í Svøríki og Póllandi. Føroyar endaðu í bólki 4 og skulu spæla móti Lettlandi, Italia og Luksemborg. Føroyar vann fyrsta rætt at hýsa um bólkurin verður leiktur sum ein kapping yvir eitt vikuskiftið. Útgangsstøðið er, at dystirnir verða leiktir sum úti- og heimadystir, men semjast londini um at avgreiða kappingina yvir eitt vikuskifti, er hetta møguligt. Møguleiki er at avgreiða dystirnar í november 2021 og januar 2022.

 

Nummar eitt og tvey í bólkinum koma víðari til play-off dystir móti liðunum, sum eru hægri styrkismett. Føroyar vóru eisini í bólki saman við Luksemborg til seinastu HM-undankappingina, og tá vunnu Føroyar 24-22. Føroyar spældu eisini móti Italia í HM-undankappin í 2018, og tá var stórtap 29-18. Litava luttók fyri fyrstu ferð í EM-endaspælið í 2020, har teir tó ikki vunnu nakran dyst og endaðu aftast. Liðið telur millum annað kenda risan Dainis Kristopans, sum við sínum 215 cm og 135 kg dagliga spælir í Paris Saint-Germain.

 

Lutakastið sær soleiðis út:

Bólkur 1: Belgia, Turkaland, Grikkaland, Kosovo

Bólkur 2: Finnland, Estland, Georgia, Stóra Bretland

Bólkur 3: Rumenia, Ísrael, Kýpros, Moldova

Bólkur 4: Lettland, Italia, Luksemborg, Føroyar