HM-undankappingarsigurin: Hoyr samrøður við venjaran og fýra spælarar

(FM1/Trok.fo) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi aftaná Føroyar høvdu tryggjað sær bólkasigurin í undanbólki 4

Spælararnir hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti eru so smátt byrjaðir at lenda aftur aftaná rómin aftaná sannførandi 26-19 (17-10) sigurin á Lettlandi, ið tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í undanbólki 4. 

 

Enn er ikki greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í næsta umfari. Men tað er greitt, at talan verður um heimadyst og útidyst ímóti einari aðrari europeiskari hondbóltstjóð, og at dystirnir verða spældir í viku 11, sum er frá 13. til 20. mars.

 

Um tað aftur tá eydnast Føroyum at spæla seg víðari í kappingini, so bíðar eitt umfar aftrat. Tá verður mótstøðuliðið eitt av teimum, sum í løtuni er upptikið í EM endaspælinum í Ungarn og Slovakia. Í komandi umfari áðrenn høvuðsumfarið verður mótstøðuliðið Estland, Belgia ella Ísrael, ið eru tveyarar í hinum undanbólkunum. 

 

HER  ber til at hoyra frá trok.fo dystarendan, rómin aftaná dystin og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara.

 

--------------------------------

 

HER  ber til at hoyra frá trok.fo samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Róa Berg Hansen, Teis Horn Rasmussen, Jónas Gunnarsson Djurhuus, Peter Bredsdorff Larsen, venjara og liðskiparan, Helga H. Hoydal. Menn vóru sjálvsagt ovurfegnir um avgreidda arbeiðssetningin.