HM-undankappingin útsett

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum í hondbólti, sum skuldi verða 4.til 6. desembur í Minsk, í Hvítarusslandi, er útsett. Kappingin er útsett til 19. til 21. mars 2021

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum í hondbólti, sum skuldi verða 4.til 6. desembur í Minsk, í Hvítarusslandi, er útsett. Kappingin er útsett til 19. til 21. mars 2021, skrivar Hondbóltssamabndið á heimasíðuni í dag.

Evropesiska hondbóltssambandið, EHF, hevur boðað frá, at allir dystir í HM-undanspælinum hjá kvinnum eru útsettir. Orsøkin er torføra korona-støðan í Evropa við avmarkaðum ferðamøguleikum millum londini, avbjóðingar við at hýsa 3-4 liðum saman, eitt trygt umhvørvi í mun til smittuna og vantandi venjing fyri spælarar vegna lock-down í fleiri londum.

Føroyska liðið kemur ístaðin at hava venjingar í Føroyum í tíðarskeiðnum 24. novembur til 4. desembur.