Ungarn fylgir Fraklandi til HM-fjórðingsfinalurnar úr HM-millumbólki 2.
Ungarn vann í kvøld í Varazdin í Kroatia 29-23 á Katar. Katar beit væl frá sær í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Fyrr í dag endaði dysturin í sama bólki millum okkara komandi EM-undankappingarmótstøðulið, Niðurlond og Eysturíki við javnleiki 37-37 (19-17). Klokkan 19.30 byrjaði dysturin millum Frakland og okkara HM-banamenn, Norðurmakedonia.
Frakland er fremst í bólkinum við átta stigum. Ungarn er nummar tvey við sjey stigum. Niðurlond hava fimm stig, og Norðurmakedonia og Eysturríki hava fýra stig hvør. Katar endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.
Katar-Ungarn 23-29 (12-12)
Toppskjúttar Katar: Zarko Markovic 6, Youssef Altaieb Ali 5.
Toppskjúttar Ungarn: Bence Imre 9, Bendegúz Bóka 4, Zoltán Szita 4, Gergö Fazekas 3.
Niðurlond-Eysturríki 37-37 (19-17)
Toppskjúttar Niðurlond: Luc Steins 7, Rutger Ten Velde 6, Lars Kooij 5, Niels Versteijnen 5.
Toppskjúttar Eysturríki: Sebastian Frimmel 7, Tobias Wagner 7, Lukas Hutecek 5, Nemanja Belos 5.