HM upp á pláss í dag

Í gjár bendi nógv á, at HM endaspælið í 2006 verður í Suðurafrika, og at serliga Ongland fór at kenna seg at sita eftir við svarta peri

Tað hevur verið serliga nógv politiskt virksemi í altjóða fótbóltsheiminum tær síðstu vikurnar. Orsøkin hevur verið tann, at aðalnevndin hjá FIFA fyrrapartin í dag skal gera av, hvør skal vera vertur fyri HM endaspælinum, sum verður í 2006.

Fótbóltssamband Føroya hevur onga beinleiðis ávirkan á, hvar endaspælið verður. Men tað var ikki frítt, at formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, og aðalskrivarin, Ísak Mikladal, kendu farran av korridor politikkinum, tá teir síðsta vikuskifti vóru í Rotterdam á aðalfuni hjá UEFA. Teir heilsaðu m.a. upp á Franz Bechenbauer, sum hevði nógv at gera í royndini at fáa europeararnar at stuðla týsku umsóknini.

Fleiri hava ligið framvið at fingið vertsskapin, sum verður mettur at vera stórur heiður og eitt sera stórt fíggjarligt íkast fyri vertirnar. Brasilia hevur verið framvið, men teir hava boðað frá, at teir hava tikið sína umsókn aftur, og at teir í staðin stuðla Suðurafrika. Endaspælið hevur ongantíð áður verið í Afrika, og umframt Suðurafrika hevur Marokko eisini ligið framvið.

Í 2002 verður endaspælið í Suðurkorea og Japan. Tí eru eingi lond úr Asia ímillum tey, sum halda seg framat. Í 1998 var endaspælið í Fraklandi. Men í fótbóltshøpi halda europearar nógv um seg sjálvar. Bæði Týskaland og Ongland hava bjóðað seg fram.

Tann síðsta fótbóltspolitiska telvingin um vertsskapin gongur fyri seg í Zurich, har FIFA hevur høvuðsskrivstovu. Fyrrapartin í gjár fingu umboð fyri tey fýra fótbóltssambondini tjúgu minuttir í part at sannføra aðalnevndina í FIFA um, at tað er best fyri fótbóltin, at júst gerast vertir fyri endaspælinum.

Ongland hevur m.a. brúkt Bobby Charlton at sannføra teir 24 aðalevndarlimirnar um, at tað er best fyri fótbóltin, at endaspælið verður í Onglandi. Týskaland hevur brúkt Franz Beckenbauer, Brasilia brúkti Pele, og trumfurin hjá Suðurafrika hevur verið Nelson Mandela.

Týskararnir hava givið til kennar, at teir kenna seg eitt sindur snýttar av Onglandi. Týskarar halda, at tá teir stuðlaðu Onglandi í teirra væl eydnaðu roynd at fáa EM endaspælið í 1996 til Onglands, so var tað tí, at tað lá í kortunum, at Ongland skuldi stuðla týsku royndini at gerast vertur fyri HM endaspælinum í 2006. Eingin skrivlig avtala er um hetta, og í Onglandi siga teir seg ikki vita nakað um avtaluna.

Í gjár varð mett, at tað var mest sannlíkt, at HM endaspælið í 2006 verður í Suðurafrika, og um tað ikki verður har, so verður tað í Týskalandi. Talan kann gerast um rættuliga tætta og spennandi atkvøðugreiðslu í dag. Í gjár varð møguleikin nevndur, at tólv fara at atkvøða fyri Suðurafrika, og at tólv fara at atkvøða fyri Týskalandi. Um úrslitið verður soleiðis, so verður atkvøðan hjá formanninum í FIFA, sveisaranum Sepp Blatter, avgerandi.

Í aðalnevndini hjá FIFA eru 24. Átta teirra umboða UEFA, og í gjár bendi alt á, at bretski umboðsmaðurin, sum er úr Skotlandi, fór at vera einasti europearin, ið fór at atkvøða fyri Onglandi.

jh