HM-upptaktssending og Europa Cup frásøgn á FM1 sunnudagin

FM1 og trok.fo reika fyri stórari hondbóltssending og Europa Cup frásøgn frá klokkan 16 seinnapartin í morgin

Sunnudagin reika FM1 og trok,fo fyri stórari hondbóltssending á FM1.

 

Klokkan 16 koma hondbóltsviðmerkjararnir, Andrias Eriksen og Teitur Joensen í Rásarúmið at røða um komandi HM-undanundankappingini, har Føroyar á heimavølli dagarnar 14. til 16. januar spælir móti Luksemborg, Italia og Lettland. Onkrar samrøður við føroyska landsliðshópin vera eisini at hoyra.

 

Klokkan 17.30 verður studiofrásøgn av fyrru áttandapartsfinaluni í Europa Cup hjá kvinnum millum serbiska liðið, Nis úr Serbia og H71, har H71 skal royna at fáa eitt gott útgangsstøðið til returdystin í Hoyvíkshøllini í komandi viku.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo