HM: Veddingarfyritøkurnar hella til kroatiskan bronsusigur

Bronsudysturin millum Kroatia og Marokko byrjar klokkan 15

Tað endaði 0-0 millum Kroatia og Marokko í innleiðandi bólkaspælinum

Seinnapartin klokkan 15 verður tann næstseinasti dysturin leiktur í HM-endaspælinum í Katar.

 

Kroatia og Marokko spæla um bronsuheiðursmerkini. Dysturin um bronsuheiðursmerkini hevur verið fastur partur av HM-endaspælinum síðani 1930. 

 

Talan verður um tvey ógvuliga motiveraði lið. Marokko vil gera alt fyri at vinna sítt fyrsta HM-heiðursmerki nakrantíð. Eitt heiðursmerkið sum eisini hevði verið tað fyrsta nakrantíð hjá einum afrikanskum liði í HM-søguni.

 

Kroatia, ið vann HM-bronsu í 1998 og HM-silvur í 2018 fer eisini at gera sítt ítarsta fyri at vinna triðja HM-heiðursmerki í søguni hjá kroatiska landsliðnum.

 

Tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan dyst. Tað endaði eisini 0-0 tá liðini hittust í innleiðandi bólkaspælinum.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur hella til ein kroatiskan sigur aftaná vanliga leiktíð, men tað er ikki nógv sum skilur liðini.

 

Oddsini uppá kroatiskan sigur aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,26 og 2,38. 

 

Oddsini uppá marokanskan sigur aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,91 og 3,16.

 

HER eru oddsini:

##med3##

 

 

 

Tað endaði 0-0 millum Kroatia og Marokko í innleiðandi bólkaspælinum