HM verður í Týskalandi

Bechenbauer og hansara menn snýttu seinnaparrtin í gjár Suðurafrika og suðurafrikanararnar, men munurin var so lítil, sum hann kundi vera

Klokkan eitt seinnapartin í gjár almannakunngjørdi formaðurin í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, Sepp Blatter, at HM endaspælið í 2006 verður í Týskalandi.Vesturtýskaland var í 1974 vertur og vann kappingina, og nú skal Týskaland, sum fyri tíggju árum síðani varð endursavnað, hýsa endaspælinum.

24 limir eru í aðalnevndini hjá FIFA, og tað var tætt, tá teir atkvøddu. Tólv atkvøddu fyri Týskalandi, ellivu atkvøddu fyri Suðurafrika, og ein atkvøða var blonk.

Fýra tjóðir bjóðaðu seg fram, og bæði onglendingar og suðurafrikanarar vóru sera vónbrotnir í gjár.

Tað var neyðugt at atkvøða tríggjar ferðir fyrrapartin í gjár. Í fyrstu atkvøðugreiðslu datt Marokko burturúr, í aðru atkvøðugreiðslu datt Ongland burturúr, og so stóð valið millum Suðurafrika og Týskaland.

At Týskaland verður vertur í 2006 ger, at endaspælið í 2010 ivaleyst verður í onkrum øðrum heimsparti. Tí vóru onglendingarnir serliga vónbrotnir. Teir fáa tískil í fyrsta lagið møguleikan í 2014, og tað tykist at vera langt burtur.

Suðurafrikanararnir, sum m.a. hava brúkt Nelson Mandela at sannføra teir, sum sita við valdinum um, at tað var upplagt, at endaspælið fyri fyrstu ferð skuldi vera í Afrika, hildu seg hava góðan møguleika, tá Marokko og Ongland vóru úti av spælinum. Tí vóru teir serliga vónbrotnir, tá Sepp Blatter fimm minuttir yvir eitt í gjár á tíðindafundi í Zurich, sum tað varð hugt at kring allan heimin, kunngjørdi, at Týskaland fær heiðurin at hýsa HM endaspælinum í 2006.

Harvið vunnu Bechenbauer og hinir týskararnir enn eina ferð. Takið hjá teimum verður nú at endurskapa týska landsliðið, sum hevur staðið seg illa seinnu árini.

Sepp Blatter segði, at hetta var fyrsta ferðin, at fýra tjóðir vóru við í endaligu kappingini um at hýsa endaspælinum, og hann undirstrikaði, at umstøðurnar í øllum londunum vóru góðar. Men bara ein vinnari var, og sum so mangan áður, so vóru tað týskararnir, sum stóðu við sigrinum.

jhÍ Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!

Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.

jh