HM-vinir hittast í Nesvík

Nú klokkan 19:30 byrja ársmøtini hjá Heimamissióni. Tey verða hildin í leguhúsinum í Nesvík og halda fram til sunnukvøldið. Evnið á Ársmøtinum hjá er ?Við Meistarans føtur?. Á skránni eru millum annað møti, gudstænastur, orðaskifti, nógvur sangur eins og tiltøk fyri allar aldursbólkar.Byrjað verður hóskvøld ið sangmøti, har millum annað Magni Christiansen fer at framføra. Talarar á kvøldmøtunum eru Niels Jacob Nielsen, Petur Martin Glerfoss og Heri Tróndheim.Umframt kvøldmøtini vera eisini fleiri onnur tiltøk um dagarnar.

Dýra biðidag seinnapart verður til dømis ein pallborðsfundur um samleikaskjalið hjá Heimamissiónini. Pallborðsfundurin hevur heitið: ?Samleikaskjalið ? frælsi og bindingar? og fer at snúgva seg um, hvat staðbundnu missiónsarbeiðini og landsarbeiðið vilja binda hvønn annan til, og hvar tey vilja geva hvørjum øðrum frælsi.

Leygarmorgunin verða staðbundnu missiónsarbeiðini viðgjørd. Hvat gongur væl í staðbundnu arbeiðunum, og hvat er ein stór avbjóðing? Tríggir stýrislimir frá staðbundnum missiónsarbeiðum ymsastaðni úr landinum hava hvør sítt upplegg. Síðan verður orðaskifti.

Eftir døgurða vera frágreiðingar og viðgerð av landsarbeiðinum og Heimamissiónini sum heild. Thomas Dam, formaður fer tá at hava sína fyrstu formansfrágreiðing. Her verður eisini høvi at tosa um verandi støðu og framtíðina fyri Heimamissiónina.

Øll tiltøkini á Ársmøtinum eru almenn.