HMU-konsettin 2006

Alt, ið andadrátt hevur, lovi Harranum  Halleluja

Victor Carlsen


Havi valt hesa yvirskrift fyri at lýsa ta uppliving eg fekk, leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fugla­firði, har árliga HMU-kon­sertin varð hildin við trimum innsløgum á skránni. At Heimamissiónin hevur gott í væntu á sangliga økinum, var týðuligt at hoyra, tí heilt frá fyrstu løtu og til endan nærum tríggjar tímar seinni, var sangur og tónleikur á sera høgum støði at hoyra. Vit gleðast øll saman við tykkum og ynskja, at Harrin skal signa verk tykkara.
Tað var við einum sindri av spenningi, eg legði leið­ina norður til Fuglafirðar til árligu HMU-konsertina, har lýst var við bólkunum Abide og Proclaim, og so ungdómskórinum VOX.
Má siga sum er, at mínar konsertluttøkur hava ikki verið av teimum heilt mongu seinastu tíðina, og av tí sama eri eg kanska komin eitt sindur afturúr í uppfylging á hesum øki, hóast eg sjálvur á sinni var við til at skapa fyribrigdið gospelkonsert í Føroyum.
Nógv vatn er runnið á áunum síðani 1975, og gleði­ligt var at hoyra, at tað, sum fyri meg og okkum, ið tá byrjaðu varliga, og sum hildið var at vera alt ov vilt, í dag er so vanligt, at tað vildi verið óhugsandi at gjøgnumført eina gospel­konsert á so høgum sangligum og tónleikaligum støði. Havi altíð sagt, at eitt er at framføra, men tann, ið framførir andaligan sang og tónleik, hevur eina enn størri ábyrgd, tí har skal eisini ein boðskapur takast við, sum skal berast út til lurtaran, sum vónandi kemur at sita við onkrum eftir, ið kann skapa lív, frið og gleði.
Hetta eydnaðist tó til fulnar hetta leygarkvøldið í Mentanarhúsinum. Byrjað var við bøn, og so kom fyrsti, nýstovnaði bólkurin úr Vágum, kallaður Abide á pallin. Seks ungir menn, ið mynda henda bólkin við ljóðførum sum keyboard, trummur, bass og 2 guitarar, og sang. Teir framførdu 5 ymisk løg, sum teir komu heilt væl frá. Livandi og gev­andi, tí fjøldin tók veru­liga sangin til sín og livdi væl við. Upprættar hendur, sangluttøka og annað, ið gjørdi, at teir, ið góvu frá sær, ivaleyst kendu, at boð­skapurin kom á rætt pláss.
Vil siga, at sangliga og tónleikaliga vantar eitt sindur her at at fáa uppá pláss, tí til tíðir var ein ótryggleiki at hóma, nakrir falskir tón­ar, men samanumtikið, alt nakað, ið kann fáast uppá pláss, jú meira venjing kem­ur í og tann rætta kemiin millum persónarnar verður fingin uppá pláss. Tað verð­ur spennandi at frætta um eitt ár ella so, hvussu væl hesir menn fara at mennast. Haldið endiliga á dreingir!
Eftir ein stuttan steðg við einum sjónbandalagi, sum var upptikið í Nesvík til seinastu LUS-stevnu, var nú kórið VOX, undir leiðslu av Ásbirni Berthelsen komið uppá pallin. Kórið hevur longu nú nøkur ár á baki, og tað hoyrist týðuliga, at her er nógv mennig farin fram. Ásbjørn er ein góð drívmegi fyri kórið, og skal hann eiga alla æru fyri, at so væl er komið burturúr, at heilt frægir solistar kunnu geva sangunum tann rætta dámin. Onkunstaðni haltar her enn eitt lítið sindur á tí sangliga økinum, men drívið bara á, tað skal nokk koma, sum frá­líður. Tað kann sýnast sum eri eg nakað ov strangur í míni døming, men rætt skal vera rætt kortini.
Sangúrvalið var gott og boðskapurin týðuligur, um at virka fyri Harran, meðan tíðin er til tað, og at nýta tey evni og møguleikar, vit hava, tí tíðin er stutt at virka í, og heimurin liggur í tí ónda, sum sungið varð um. Væl ljóðaði eisini, tá vit í salinum fingu loyvi at syngja við við trimum røddum í tí síðsta sanginum Shackles, ið talar um at vit fáa loyst leinkjurnar av, ið binda okkum, so vit fáa prísað, lovað og ærað Harra okkara við øllum tí, vit hava í okkum. Harrin er alt hetta verdur!
Meðan kórið riggaði av og gjørt var klárt til næsta bólkin, var stutt andakt hildin, har nomið var við týdningin av at verða frelstur við trúgv, men eisini týdningin av at liva lív okkara samsvarandi hesum, so ikki alt bara er tilvild, men ærliga meint, og at vit liva lív okkara virðiliga fyri Harra okkara, ta tíð vit hava at virka fyri Hann.
Bólkurin Proclaim var tann síðsti á pallin, og má eg siga sum er, at eg var stór­liga bilsin av hesum ungu monnum, sum hava ment seg so skjótt og so væl uppá bara eitt ár. Eg finni ikki nóg nógv og nóg talandi lýsingarorð, ið kunnu siga frá tí kenslu, eg sat við, meðan teir fram­­førdu. Alt var ein stór sam­eining av sanggleði og tón­leikakynstri, ið var við til at geva framførsluni dámin av, at her ráddi um ungar menn, ið veruliga vildu nak­að við tí, teir gera.
Teir standa sjálvir fyri tí mesta, teir spæla og syngja. Orðini vóru sera góð og boð­­skapurin týðuligur, at neyðugt er at venda við og liva lívið fyri Kristus. Eitt er, tá allir spæla, men lagið, sum Regin Guttesen hevði skrivað og Bárður og klaverleikarin framførdu, setti veruliga ein dám á, so eg sjálvur var nærum við at smelta. Ein so ungur tón­leikari og so framúr góð­ur. Harrin signi teg fram­haldandi at virka fyri Hann. Sangurin var reinur, klárur og talandi.
Tað var nokk ringt at enda hesa framførsluna, tí lurtaranir vildu bara hava meir og meir, so tað til síðst nærum kókaði niðri í salinum. Eitt rungandi Halleluja, Praise the Lord, upplyftar hendur og dansur gjørdu tað so, at ringt var slíta við lurtafjøldina, ið var sera livandi og við. Verandi Hvítusunnuvinur alt mítt lív, kendi eg meg eitt sindur ævindsjúkan, tí hetta var faktisk nógv meir, enn eg sjálvur havi verið vanur við. Ja, mangt umbroytist á mansins ævi, tað má eg siga.
Eg kann bara taka saman­um og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við hesi megnar konsert. Eg síggi fyri mær eitt uppvaksandi ættarlið, sum veruliga fer at seta spor eftir seg á hes­um øki. At tit hava eitt sam­komuumhvørvi aftanfyri tykk­um, ið er við til at stuðla, ger, at trivnaðurin og hugurin til verkið stimbrast. Haldið á og mennist enn meira. At sangskeið, sang­dagar barnanna og Lands­ungdómsstevnur hava givið úrslit, tað bæði sæst og hoyr­ist. Eg ynski tykkum tí øllum Guds ríku signing. Takk fyri eitt gott og gevandi kvøld. Eg fór glaður og ríkari heim hesa náttina.