Hóast dýrkingar halda prísirnir á íbúðunum

- Vit klára at halda tíðarætlanina, og vit klára at halda prísirnar. Einasta, sum hetta merkir, er, at vinningurin, vit skuldu havt av íbúðarverkætlanini, verður nakað minni, sigur stjórin í KBH.

 

Byggivirkið KBH er í holt við at byggja 16 íbúðir á Kneysum á Toftum. Íbúðirnar koma í kjalarvørrinum av, at byggifyritøkan nýliga hevur bygt tilsamans 18 íbúðir fyri Bústaðir niðari á Kneysum.  

Nú er ein tíð síðan, at allar íbúðirnar, sum KBH bygdi fyri Bústaðir, eru lidnar, og fólk eru flutt inn, og nú 16 íbúðir koma aftrat á Kneysum, verður talan um tilsamans 34 nýggjar íbúðir í hesum umhvørvi, ávikavist leigu-, luta-og eigaraíbúðir.

Tá byggivirkið í kjalarvørrinum av verkætlanini fyri Bústaðir fór í holt við sína egnu íbúðarverkætlan, mettu eigararnir av fyritøkuni, at eftirspurningurin eftir íbúðum var størri enn tær 18, sum Bústaðir lótu byggja. 

Helgi Johannessen, stjóri í KBH, sigur, at hetta vísti seg eisini skjótt at vera so, tí tað er longu væl síðan, at allar 16 íbúðirnar, sum hvør er á 78 fermetrar, vórðu seldar. 

 

Tíðarætlanin hjá KBH er, at tær fyrstu íbúðirnar á Kneysum verða lidnar til jólar í ár, og síðan verða tær seinastu lidnar á sumri næsta ár. 

- Vit klára at halda tíðarætlanina, og vit klára at halda prísirnar, vit hava lovað keyarunum.

Helgi Johannessen vísir á, at hóast ymiskt byggitilfar er dýrkað nógv undir koronu, og tað kann hava verið trupult at fingið onkrar veitingar rættstundis, fer KBH at halda tað, tey hava lovað.

- Vit halda altíð tað, vit siga. Tískil verða nýggju íbúðirnar, sum vit nú byggja á Kneysum, seldar fyri 2,1 miljón krónur hvør, sigur hann.

Helgi Johannessen vísir á, at tað eru meira enn tvey ár síðan, at tey læstu prísin fastan, sum hann tekur til. 

- Einasta, sum hetta merkir, er, at vinningurin, sum vit skuldu havt av byggiverkætlanini, verður nakað minni - ella, at dýrtíðin í hesum føri fer burtur av hjá okkum sjálvum, sigur hann.   

Tað eru byggiharrar, sum vísa á, at neyðugt hevur verið at regulerað prísirnar, nú nógv byggitilfar er dýrkað.

- Men, tað fara vit ikki at gera. Tá vit avtalaðu prísirnar við keyparar fyri tveimum árum síðan, eiga vit sjálvsagt eisini at halda okkum til avtaluna, sigur timburmeistarin.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í dag, er stórt tema um byggivinnu.