Hóast stóran vøkstur: Norwegian hevur milliardahall

37 milliónir ferðafólk ferðaðust við Norwegian í 2018, men óvæntaður vøkstur í oljuprísi hevur kostað nógv.

 

Ársendin í fjør var harður fyri flogfelagið Norwegian, og tilsamans endaði árið við einum milliardaminus, sum hevur tvungið flogfelagið at seta sparitiltøk í verk.

 

Norska felagið endar árið 2018 við einum minus upp á 1,12 milliardir krónur, sum er eitt sindur frægari enn í 2017.

 

Tað vísir ársroknskapur felagsins, sum er almannakunngjørdur í morgun.

 

Norwegian hevur annars havt stóra framgongd gjøgnu, 2018, og talið av ferðafólkum er vaksið við 13 prosentum til 37 milliónir.

 

Men felagið sigur, at tað gjøgnum árið hevur fingið óvæntaðar avbjóðingar.

 

Tað snýr seg millum annað um høgan oljuprís og trupulleikar við motorunum á nøkrum av flogførum felagsins.

 

Norwegian hevur gjøgnum seinastu árini vaksið nógv, men tað er gjørt fyri læntar pengar, sum hevur gjørt felagið skroypuligt fíggjarligar.

 

Í 2018 vaks skuldi við 43 prosentum til 31,9 milliardir norskar krónur.

 

Eginognin hjá Norewegian – sum er ogn felagsins, tá vit trekkja skuldina frá – er bara upp á 1,7 milliardir norskar krónur.

 

Í síðstu viku boðaði felagið frá, at tað fór at selja partabrøv fyri tríggjar milliardir norskar krónur fyri at verða betri polstrað.

 

Flogfelagið setti við ársenda ymisk tiltøk í verk, sum skulu betra um úrslitið framyvir.

 

Ruur og støðir í millum annað Evorpa og USA skulu latast aftur, flogfør eru seld, og bíleggingar av nýggjum eru settar á pausu. Tilsamans skulu sparast tríggjar milliardir krónur.

 

– Vit fara nú inn í eitt tíðarskeið við lægri vøkstri og færri íløgum, sigur Bjørn Kjos, forstjóri í Norwegian, í viðmerking til roknskapin.

 

– Samstundis hyggja vit alla tíðina eftir nýggjum og smørtum háttum, vit kunnu gerast meira effektiv og bjóða nýggjar tænastur og tilboð til verandi og nýggjar kundar, sigur hann.

 

Sambært partabrævagreinarnum hjá Sydbank, Jacob Pedersen, er støðan hjá Norwegian álvarslig.

 

– Uttan ta kapitalhækking, sum tey fáa nú, høvdu tey ikki flogið víari. Tað er eitt felag við eini skuld upp á yvir 30 milliardir norskar krónurog eini eginogn upp á 1,7 milliardir norskar krónur, sigur hann.

 

– Tey útseta keyp av nýggjum flogførum. Tey selja flogfør. Tey eru í ferð við eitt joint venture. Tey gera effektiviseringar. Tey snara øll handtøk. Tað eru harðar treytir. Tølini eru jú vánalig.

 

Sambært Jacob Petersen hevur Norwevian goldið prísin fyri at vaksa so ógvusliga.

 

– Norwegian hevur fingið 11 langtrøkkandi flogfør í 2018. SAS hevur tilsamans bara 14-15 av slagnum. Tey er bara í 2018 vaksin í einum skala, sum svarar til næstan alt SAS, sigur hann.

 

– Um flogførini eru seinkað ella ikki rigga, so verður tað øgiliga dýrt. Og tað er tað, sum hevur verið trupulleikin.

 

/ritzau/