Hodgson rýmir

Venjarin hjá FCK hevur stendur í boði at gerast venjari hjá italska felagnum, Udinese, og hann ætlar ikki at lata møguleikan fara fram við borðinum

 

Danmark


Bert 11 dagar eftir at hann tók ímóti gullmerkjunum fyri DM-heitið, tykist FCK-venjarin, Roy Hodgson, at vera á veg frá donsku meistarunum.

Tíðindastovan, Ritzau, visti hósdagin at siga, at væl lýddi enski venjarin hevur fingið eitt tilboð frá italska Udinese, og at Hodgson hevur gjørt at taka av tilboðnum. Sostatt vrakar onglendirin møguleikan fyri at taka FCK í Champions-League, og fer heldur í holt við at hjálpa Udinese longur upp á stigatalvuna, har liðið í ár endaði heilt niður ímóti niðurflytingarsessunum.

Hetta er ikki follið í góða jørð í felagnum hjá Toda Jónssyni. Roy Hodgson varð fram um aðrar maðurin, sum lyfti FCK úr miðjuni á tindin í donsku superliguni, og einki er tí at siga til, at felagið ikki vil sleppa onglendinginum, sum annars hevur ein tvey ára sáttmála við hvítu leyvurnar.

- Um hann ynskir at bróta sáttmálan, so ger hann tað. Vit kunnu jú ikki halda fast um ein mann, sum ikki tímir at vera hjá okkum, men so má hann eisini taka avleiðingarnar av hesum, sigur stjórin í FCK, Flemming Østergaard við heimasíðuna, onside.dk.


Stevna

Við hesum sipar stjórin til, at FCK ætlar at stevna bæði Hodgson og Udinese fyri sáttmálabrotið.

Síðani hetta kom fram, hevur dúgliga verið gitt um, hvør komandi venjarin hjá Toda og teimum skal verða. Nøvn sum Hector Cuper og Terry Venables hava verið nevnd, men tað metast sum sera ivasamt, um hesir vilja taka við einum starvi í donsku superliguni.

Meira veruleikakent er heldur gitingin um, at Ståle Solbakken kundi verið eitt evni, men Flemming Østergaard vil ikki stórvegis viðmerkingar til hetta.

- Vit skulu hava ein kapasitet av somu stødd sum Roy Hodgson. Tað er einasta viðmerkingin, sum eg havi til hetta, sigur Flemming Østergaard.