Hodgson vísti treiskni

Londonfelagið, Fulham hevði í dag vitjan av Aston Villa, og sjálvt um gestirnar ikki imponeraðu við glæsuligum fótbóltspæli, vóru teir ein hóttan, tá teir hava nakrar so kvikar leikarar í hópinum, ið altíð royndu at fanga stikningar innum Fulham verjuna. Heimaliðið trekti seg so sjálvsagt longur aftur á vøllin, og so var onki pláss at renna í, hjá ómetaliga kviku Gabriel Agbonlahor og Shaun Maloney. Taktiskt klókt av Fulham venjaranum Roy Hodgson, ið hevði valt at manna liðið við ikki minni enn trimum debutantum, ið so at siga allir stóðu seg rímuliga væl. Skandinavarnar Frode Hangeland í verjuni og Erik Nevland í hinum endanum, og so eisini Leon Andreasen á miðjuni. Tann síðst nevndi er dani, meðan hinir báðir eru norðmenn.

 

Gestirnar løgdu seg heldur heppið á odda eftir 69 minuttum, tá Aaron Hughes var so óheppin at skvatla bóltin framvið Antti Niemi í Fulham málinum, og í egið net. Tó valdi Roy Hodgson at satsa offensivt, og tað gav eisini úrslit.

 

Tá 73 minuttir vórðu spældir, javnaði Simon Davies, eftir vakurt uppspæl frá Jimmy Bullard. Júst hesin sami Bullard, skoraði við einum vøkrum frísparksmáli í 86. minutti, og legði heimaliðið á odda. Úrslitið gjørdist 2-1 til Fulham, og er tað fyrsti sigur teirra síðan 3. november, tá teir møttu Reading.

 

Venjaraskiftið herfyri hjá Newcastle sær út til at hava gjørt ein mun longu nú. Teir spæla væl betur, og glóttar eru at hóma manga staðni, men tó er enn langt eftir á mál. Í dag fingu teir 1-1 javnleik móti Middlesbrough.