Høgir oljuprísir fylla landskassan

Landskassin fær 260 krónur úr hvørjum bensintanga og 3.000 krónur fyri hvørjar 1.000 litrar av húsarhaldsoolju

 

Um vit fylla okkum tangan í bilinum við bensini í dag, so er tað ikki bara oljufeløgini, sum tjena pengar. Tí landið fer við stórum parti av vinninginum.

Tí landskassin fær 5 krónur og 23 oyru fyri hvønn litur, sum vit rinda oljufeløgunum. Tað fær landið í mvg og í oljuavgjaldi, sum er 2 krónur og 40 oyru fyri hvønn litur av bensini.

Tað merkir, at hvør bilur, sum hevur 50 litrar av bensini í tanganum hevur rindað landinum góðar 260 krónur og oljufelagnum 425 krónur.

Landskassin er tí stóri vinnarin, nú oljufeløgini støðugt hækka prísin á brennievni.

Eisini húsarhaldini rinda nógv í landskassan gjøgnum oljuprísin.

Tí hvørja ferð vit keypa 1000 litrar í tangan heima við hús, so rinda vit tilsamans 11.775 krónur. Av hesum fær landskassin 2.995 krónur ella góð 25 prosent.