– Tað eru trý ting, sum dríva verkið. Tað er undirtøkan í nærumhvørvinum, bæði fíggjarligur stuðul og tann hjálpin, vit fáa frá fólki hvørt einasta ár. Hetta ger, at tað ber til, tí uttan hesi gjørdu vit einki. Tað er upplivingin av at hava sæð bæði børn og vaksin hugna sær á undanfarnum festivalum. Hetta hevur givið okkum orku og áræði, og tað er felagsskapurin, sum er millum okkum, ið skipa fyri, sum ger tað stuttligt.
Tað sigur Høgni W. Høgnesen, sum í sínari tíð var stigtakari og hevur verið formaður í Bátafelagnum á Toftum øll árini.
Hetta er seytjanda ferðin, at bátafestivalur verður hildin á Toftum og í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í dag, er stór samrøða við formannin, sum hyggur aftur á søguna og heldur fyri, at nú er tíðin komin at lata stafettina frá sær til aðrar.
Høgni er klaksvíkingur, sum festi røtur í Nes kommunu fyri nógvum árum síðan.
##med2##
– Hetta hevur verið ein spennandi tíð saman við góðum fólkum. Summi hava verið við allan vegin og onnur tað mesta av vegnum, men tíbetur eru nýggir spírar lagstir aftrat so við og við. Hetta hava verið 17 ár við góðum upplivingum, og tað eri eg takksamur fyri. Gongur alt sum ætlað, so verður hetta seinastu ferð, at eg standi á odda fyri Bátafestivalinum, sigur formaðurin, sum ikki hevur havt seg sjálvan nógv frammi alment í leiklutinum sum formaður.
Hann hevur tó bjóðað seg fram til at hanga uppi í eina løtu aftrat, sum hann tekur til. Hann heldur, at royndirnar hjá teimum "gomlu" kunnu vera góðar at hella seg til, so einki verður gloymt. Fyrstu árini lænti og leigaði felagið mest sum alt, men nøkur ár herfyri tók Bátafelagið avgerð um at útvega sær alt tað, sum brúk er fyri. Í so máta er tað blivið lættari at fyriskipa, og hartil kann felagið eisini fáa nakað av inntøkum við at leiga útgerðina út til aðrar.
Øll samrøðan við Høgna W. Høgnesen kann lesast í Sosialinum, sum er komin í dag.