Tað verður eftir øllum at døma Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, ið fær fyrsta møguleikan at skipa samgongu, aftaná at formenninir í teimum politisku flokkunum hava tosað við Jógvan á Lakjuni, tingformann, og givið teirra boð upp á, hvør samráðingarleiðarin skal verða.
Útfallið kundi tó verið sera øðrvísi, tí tað stóð Høgna Hoydal í boði at gerast samráðingarleiðari, aftaná at Fólkaflokkurin gjørdi eina roynd at fáa undirtøku fyri eini fullveldissamgongu.
- Úrslitið av valinum fall soleiðis, at vit eru nítjan tingfólk á sjálvstýrisvonginum, so vit kundu fingið meirilutan. Vit bjóðaðu Høgna Hoydal møguleikan, men hann hevði ikki dirvi. Vit høvdu tryggjað meirilutan. Tað einasta, ið kravdist, var at hann peikaði á seg sjálvan, men hann valdi vinstrapolitikk framum fullveldispolitikk. Hann hevði ikki dirvi.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tá in.fo fekk orð á hann fyri løtu síðani.
Tað er tó eingin loyna, at Fólkaflokkurin ikki hevur nógv fleiri møguleikar enn eina fullveldissamgongu, um flokkurin ikki skal enda í andstøðu, tí Javnaðarflokkurin hevur frammanundan útilokað samstarv við Fólkaflokkin. Formaðurin í Fólkaflokkinum er tó klárur, um flokkurin fær møguleikan.
- Tað ber til at telja upp til seytjan á ymiskar mátar. Vit hava ikki útilokað nakran annan og kundi gott fari í eini ABC samgongu aftur. Men hinir flokkarnir útiloka hvønn annan. Javnaðarflokkurin hevur útilokað okkum, meðan Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava útilokað hvønn annan. Tá verða møguleikarnir fyri at telja upp í seytjan avmarkaðir.