Sum flest øllum greitt, so vann Tjóðveldisflokkurin løgtingsvalið hósdagin. Ein framgongd uppá nærum 10 prosent og 4 tinglimir fleiri enn við seinasta val.
Áðrenn valið vildi flokkurin ikki út við hvør var løgmansevni floksins.
Flokkurin helt ikki tað var neyðugt, hóast hinir flokkarnir greitt søgdu hvør var teirra evni til týdningarmikla starvið.
Men hetta hava teir bøtt um nú. Eftir greiða valsigurin hjá Høgna Hoydal hevur cein samdur tingbólkur tikið undir við, at hann skal verða løgmansevnið floksins. Heini O. Heinesen, sum fyrr hevur mynda flokkin úteftir verður framyvir formaður í tingbólkinum.
Hvussu verður við samgongu er tó ikki greitt enn. Edmund Joensen, løgmaður vil ikki víkja úr sessinum fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir frá hansara síðu. Hetta hevur hann rætt til sambært nýggju skipanini og tann møguleikan nýtir hann.
Tó er væntandi, at hann í morgin fer at geva tingformanninum, Jógvani I. Olsen boð um, at hann ikki megnar at skipa samgongu og at hann tí gevur samráðingarleiðsluna frá sær.