Call For A Revolution er heitið á sættu útgávuni frá Høgna Lisberg. Talan er um eina afturvendan til stoypiformin, ið varð brúktur til útgávuna Haré! Haré! frá 2008. Call For A Revolution er tó meiri at fata sum ein stóribeiggi hjá teirri fyrru útgávuni.
Høgni skrivar aftur um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur, men við meira umhugsni. Henda tónlistarliga útferðin fer longri og djúpri enn áður, og tað merkist í tekstligu og tónleikaligu framgongdini á útgávuni.
Á Call For A Revolution hevur Høgni á grund-upptøkunum arbeitt saman við trimum vinmonnum og samstarvsfeløgum, Mikael Blak, Knút Háberg Eysturstein og Jan Rúni Poulsen, og hettar gevur tónleikinum ein meira “live-kendan” dám. Høgni snikkaði hesar upptøkurnar til eitt savn av løgum, ið síðani blivu miksaði og sam- framleidd av afturvendandi samstarvsfelaga Høgna, walisiska James Thomas.
Jan Eliasson masteraði útgávuna og Petur Hansen hevur gjørt grafiska arbeiði. Tutl gevur fløguna út og tónleikurin er talgilt tøkur kring allan heim. Fyrsta staklagið, Back Against The Wall, er sent í umfar.
Útgávudagur er mánadagin 22. sept. 2014.