Fótbóltssambandið hevur givið Høgna Madsen leikbann í tveir dystir, fyri útvísingina eftir dystin móti AB. Høgni Madsen skal sostatt eisini sita uttanfyri, tá FC Suðuroy sunnudagin fær vitjan av ÍF.
Høgni Madsen fekk beinleiðis reytt, eftir at dysturin á Argjum var liðugur. Hetta fyri ósømiligan málburð. Hann sat uttanfyri móti Víkingi, og í vikuni bleiv greitt, at leikbannið verður fyri tveir dystir.
Jón Pauli Olsen, venjari hjá FC Suðuroy, ynskir ikki at gera viðmerkingar sjálvt reyða kortið. Hann harmast tó, at FC Suðuroy aftur hevur fingið eitt leikbann.
- Hvørt leikbann hevur kostað okkum nógv. Eg tori at siga, at vit høvdu verið í eini nógv betri støðu, um vit ikki fingu øll hasi kortini. Tá hugsi eg bæði um í sjálvum dystunum, tá vit hava fingið útvísingarnar, og um dystirnar, tá teir hava verið leikbannaðir, sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá FC Suðuroy.
FC Suðuroy spælir sunnudagin móti ÍF í Vági. FC Suðuroy skal vinna dystin, fyri at hava ein møguleika at yvirliva.