Høgni Madsen verður verandi í FC Suðuroy

Høgni Madsen verður verandi í Suðuroynni restina av kappingarárinum

Tað er ikki ofta, at føroyskir fótbóltsleikarar, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til Suðuroynna, velja at búseta seg í oynni og spæla fótbólt har. Men júst hetta gjørdi Høgni Madsen, tá ið hann valdi at umboða FC Suðuroy hetta kappingarárið.

 

Tá ið sáttmálar verða skrivaðir í føroyskum fóbólti, skulu teir sum minst vera galdandi til kappingarenda. Høgni Madsen skrivaði undir upp á ein eitt ára sáttmála við FC Suðuroy, men tó hava hann og felagið havt eina munnliga avtalu um, avtalan kundi enda, tá ið feløgini fóru í summarfrí. Men Høgni Madsen verður FC Suðuroy-leikari restina av kappingarárinum. Tað váttar Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, fyri in.fo.

 

- Tá ið vit skrivaðu undir við Høgna í vetur avtalaðu vit, at vit skuldu tosast við áðrenn summarhálvuna og avgera, um samstarvið skuldi enda ella halda áfram. Hetta gjørdu vit, tí at Høgni ikki hevur búð í Suðuroynni áður, og vit vildu síggja, um hann treivst í oynni og í felagnum. Tað ger hann, og vit eru sera fegin um, at hann framhaldandi fer at spæla við okkum, sigur Julius Vest Joensen.

 

Høgni Madsen er 30 ára gamal. Hann hevur verið víða um í føroyskum fótbólti, og hevur hann áður spælt við ÍF, GÍ, KÍ, NSÍ og EB/Streymi.