Høgni Midjord: Evropeiska plássið er í eygsjón

Rógvi Joensen harmast tapið, men er fegin um stríðsandan TB vísti 10 ímóti 11

Effodeildin: Høgni Midjord hjá B36 fegnaðist um 2-1 heimasigurin ímóti TB. B36 er nú á fjórða plássi í effodeildini við 40 stigum. Tvey stig eru upp til NSÍ, sum er á bronsuplássinum, sum gevur rætt til at spæla evropeiskan fótbólt í 2014. Høgni Midjord staðfesti, tá Hilmar Jan Hansen prátaði við hann á Rás2, at Evropa er framvegis málið hjá B36, og teir í B36 trúgva 100 prosent uppá tann møguleikan. 

Rógvi Joensen, sum gjørdist liðskipari hjá TB, tá Óli Johannesen var vístur av vølli harmaðist tapið, men hann dugdi at fegnast um stríðsandan TB-spælararnir vístu, tá teir vóru 10 ímóti 11.

Undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Høgna Midjord og Rógva Joensen. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásagnin hjá Hilmari Jan av 1-0 og 2-0 málunum hjá B36. Jákup Mørk var viðmerkjari.