Høgni og Martin vunnu aftur

Eftir 5 umfør í FM í talvi hevur Høgni E. Nielsen 5 stig, og 0,5 stig aftanfyri er Martin Poulsen

Fyri einari løtu síðani endaði 5. umfar í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Fyrstu leikirnir í 6. umfari verða fluttir klokkan 17.00 í dag.

Høgni Egilstoft Nielsen vann aftur í dag, og harvið hevur hann framvegis fult stigatal. Í dag var tað við hvíta fólkinum ímóti Heiðriki T. Jacobsen. Næstur Høgna á støðutalvuni er Martin Poulsen, sum í dag vann við hvítum á Rana Baldursson. Martin er eitt hálvt stig aftanfyri Høgna.

 

Mest dramatiska talvið í 5. umfari var tað millum Rógvan Egilstoft Nielsen og Ólav Simonsen, sum endaði remis. Ólavur hevði finnu, og báðir høvdu riddara. Rógvi læt riddaran fyri finnuna, og harvið endaði tað remis. Tá høvdu teir báðir sitið við borðið í fýra og ein hálvan tíma ella tað mesta av einum tíma meiri enn hinir í hesum umfarinum.

 

 

5. umfar  

Martin Poulsen-Rani Baldursson 1-0

Hans Kristian Simonsen-Tummas Martin Sólsker 1-0

Margar M. Berg-Rani Nolsøe 0-1

Rógvi Egilstoft Nielsen-Ólavur Simonsen ½ - ½

Høgni Egilstoft Nielsen-Heiðrikur T. Jacobsen 1-0

 

 

Støðan eftir fimm umfør

Høgni Egilstoft Nielsen 5 stig

Martin Poulsen 4 ½ stig

Ólavur Simonsen 3 ½ stig

Hans Kristian Simonsen 3 ½ stig

Rógvi Egilstoft Nielsen 3 ½ stig

Rani Nolsøe 2 ½ stig

Rani Baldursson 1 stig

Tummas Martin Sólsker ½ stig

Margar M. Berg ½ stig

Heiðrikur T. Jacobsen ½ stig

 

 

6. umfar klokkan 17 í dag

Rani Baldursson-Heiðrikur T. Jacobsen

Ólavur Simonsen-Høgni Egilstoft Nielsen

Rani Nolsøe-Rógvi Egilstoft Nielsen

Tummas Martin Sólsker-Margar M. Berg

Martin Poulsen-Hans Kristian Simonsen

 

 

Martin Poulsen, sum í 3. umfari vann á Rana Nolsøe (myndin) er eftir fimm umfør næstfremstur. Hann hevur áður vunnið FM fýra ferðir – í 2003, 2004, 2006 og 2009