Høgni stillar upp fyri níggjundu ferð

Fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldi verður millum valevnini til løgtingsvalið

Tað er greitt, eftir at Høgni Hoydal á uppstillingarfundi hjá Suðursteymoyar Tjóðveldisfelag hevur játtað at stilla upp fyri níggjundu ferð.

 

– Eg hevði umhugsað at gevast, men havi játtað at stilla upp. Tá tú hevur verið á brúnni so leingi, so er eisini neyðugt at hjálpa til á dekkinum og í lastini, og tað ætli eg mær nú at gera, sigur Høgni Hoydal.

 

Høgni Hoydal stillaði upp fyri fyrstu ferð í 1998. Hann starvaðist tá sum tíðindamaður í sjónvarpinum, og segði starvið frá sær fyri at stilla upp. Í 1998 fekk hann 1562 atkvøður í Suðurstreymoyar valdømi.

 

Á teimum átta løgtingsvalinum hevur Høgni Hoydal havt hesi atkvøðutølini:

 

1998: 1562

 

2002: 1351

 

2004: 1421

 

2008: 1261

 

2011: 1054

 

2015: 1149

 

2019: 1208

 

2022: 762

 

Tilsamans hevur Høgni Hoydal fingið 9768 á teimum átta løgtingsvalunum.

 

Á seinasta val var Bjørt Samuelsen beint í hølunum á formanninum við persónligum atkvøðum hon fekk 759.

 

Hetta valið verður tað fyrsta har Høgni Hoydal ikki er í fremstu røð, og tí verður roknað við, at Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi fer framum.

 

Hóast Høgni Hoydal ikki var formaður í flokkinum, tá hann stillaði upp fyrstu ferð, so fekk hann tríggjar ferðir so nógvar atkvøður, sum formaðurin Heini O. Heinesen fekk. Hann fekk 514, sum eisini var sera nógv í Norðoya valdømi.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann hevði vónað, at flokkurin fór at fáa eitt ættarliðsskifti, og tí arbeiðinum vil hann fegin hjálpa til við.

 

Hann hevur ikki tikið støðu til, um hann eisini stillar upp til fólkatingsvalið.

 

– Enn hevur flokkurin ikki tikið støðu til um Tjóðveldi stillar upp. Men tað vænti at, at flokkurin fer at gera, tí tað ber ikki til at vit hava tvey sambandsumboð rennandi á Fólkatingi. Har mugu vit sleppa framat at virkja fyri tjóðarsemjuni, sigur hann. 

 

Tjóðoveldi tekur støðu til uppstilling undan hvørjum fólkatingsvali. Flokkurin kom fyrstu ferð í Løgtingið í 1948, men stillaði ikki upp til fólkatingsval fyrr enn í 1973, tá Erlendur Patursson varð valdur. Hann varð afturvaldur í 1975, men tapti á valinum í 1977. Flokkurin vann ikki aftur umboð á Fólkatingi fyrr enn Høgni Hoydal varð valdur í 2001. Hann varð afturvaldur í 2005 og í 2007, men fall á valinum í 2011. Í 2015 var Høgni Hoydal afturvaldur.

 

Høgni Hoydal er tvær ferðir valdur á fólkating, meðan hann var landsstýriamaður. Fyrru ferð í 2001 røkti Tórbjørn Jacobsen starvið. Seinnu ferð, í 2015, røkti Magni Arge starvið.

 

Enn eru valevnini hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag til løgtingsvalið ikki kunngjørd.