Hóast Tjóðveldi hevur gjørt av at stilla upp til næsta fólkatingsval, so heldur Høgni Hoydal, at flokkurin eigur at kanna, hvussu til ber at savna fullveldisveingin soleiðis, at vit ikki hava tvær sambandsrøddir á Fólkatingi.
– Eg atkvøddi sjálvur ímóti, at Tjóðveldi stillar upp til fólkatingsval. Men tað var meira av prinsippiellum orsøkum, sigur Høgni Hoydal.
– Flestu tjóðveldisfólk eru fyri, at flokkurin stillar upp til fólkatingsval út frá tí áskoðan, at flokkurin skal stilla upp til tey val, har politiskir flokkar skulu gera seg galdandi. Tí er tað skeivt at forera hinum flokkunum hendan pallin. Tað hevði bara merkt, at vit fingu tvey sambandsumboð á Fólkating, sigur Høgni Hoydal.
Men hvussu vil Høgni Hoydal savna fullveldisveingin. Skal tað gerast við at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi stilla upp á sama lista?
– Nei, sjálvandi ber tað ikki til. Eg veit ikki, hvussu tað kann gerast. Men eitt nú hevur Sjálvstýrisflokkurin longu boðað frá, at flokkurin fer ikki at stilla upp. Eg veit ikki enn, hvat Framsókn ætlar at gera, sigur Høgni Hoydal, sum vísir á, at tað liggur ikki meira ítøkiligt í hansara fráboðan.
– Tjóðveldi hevur gjørt av, at flokkurin stillar upp. Tann avgerðin er tikin. Eg haldi bara, at vit eiga at kanna, hvussu vit kunnu sava fullveldisveingin, sigur Høgni Hoydal, sum enn ikki hevur ítøkiligt boð uppá, hvussu tað skal gerast.
Men um so var, at Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin stillaðu upp á sama lista á seinasta fólkatingsvali (tá stillaði Poul Michelsen upp á uttanflokkalista, tí flokkurin var ikki stovnaður), so hevði úrslitið verið, at Sambandsflokkurin og felagslistin høvdu fingið hvør sítt umboð, og Javnaðarflokkurin hevði ikki komið á Fólkating. Á fólkatingsvalinum hevði Javnaðarflokkurin 337 atkvøður fleiri enn Tjóðveldisflokkurin. Men leggja vit atkvøðurnar hjá Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Poul Michelsen afturat, so hevði felagslistin fingið 1.713 fleiri enn Javnaðarflokkurin.
Sjálvandi er tað ov einfalt at leggja hesar atkvøður saman, men um so var, at Tjóðveldi fekk onkran av teimum smærru flokkunum at stilla upp á felags lista, so hevði kanska borið til at tryggja einum fullveldisumboð sæti á Fólkatingi.
Zakariast Wang hevur longu boðað frá, at hann stillar upp á uttanflokkalista. Harvið er greitt, at fullveldisatkvøður í øllum førum verða býttar millum Tjóðveldi og Zakarias Wang.