Høgni vil steðga Sea Shepherd

Høgni Hoydal vil nokta Sea Shepherd at koma inn um føroyska sjómarkið, samstundis sum hann ætlar sær at avtaka revsingina fyri ikki at boða frá grind.

 

Tað sigur hann í Sosialinum, sum er borin út í hvørt heim í dag.

 

Hann sigur, at hann tekur viðmerkingarnar frá ferðavinnuni til eftirtektar. Ferðavinnan hevur greitt frá, at ein ótilætlað avleiðing av grindalógini er, at ferðafólk ikki vilja koma til Føroya, tí at tey vilja ikki seta seg sjálvi í váða fyri at fáa stóra bót fyri ikki at boða frá eini grind. Høgni Hoydal hevur tí havt fundir við ferðavinnuna, løgregluna og Vinnumálaráðið og hevur boðað frá, at grindalógin verður broytt, so at revsingin fyri ikki at boða frá grind, verður avtikin. Tá skal fráboðanarskyldan enn vera galdandi.

 

Høgni Hoydal vil eisini nokta skipum og bátum hjá Sea Shepherd at koma inn um 12 fjórðingar.

- Sum støðan er nú, kann løgreglan einki gera, fyrr enn raksturin at kalla er byjaður og Sea Shepherd legst upp í. Men endamálið eigur at vera at steðga felagsskapinum, áðrenn tey yvirhøvur koma til Føroya, sigur hann.

 

Les meiri um grindalógina í Sosialinum, ið varð borin í hvørt hús í dag.