Høgni vitjaði umborð á rannsóknarskipi

- Skipið krevur stórar upphæddir til viðlíkahald, sum koma av, at skipið er so gamalt

Í gjár var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, á vitjan umborð á rannsóknarskipinum Magnus Heinason. Tað skrivar Havstovan í tíðindaskrivi í dag.


Seinastu árini hevur nógvur orðadráttur verið um byggingina av einum nýggjum havrannsóknarskipi, og enn hevur eingin landsstýrismaður megna at loysa fløkjuna og játta neyðuga peningin til eitt nýtt skip.


Á vitjanini í gjár, fekk landsstýrismaðurin høvi at kunna seg við viðurskiftini umborð á Magnusi Heinason, ið Havstovan lýsir sum eitt gamalt og ótíðarhóskandi skip.


- Kunnað varð bæði um túrar, rakstur, og eisini viðlíkahaldstørvin á Magnus Heinason. Tað vísir seg, at skipið krevur stórar upphæddir til viðlíkahald, sum koma av, at skipið er so gamalt. Tað hevur meiri enn so hent seg, at skipið hevur ligið, orsakað av manglandi játtan, tí at neyðugt viðlíkahald hevur brúkt so nógv av játtanini, skrivar stovnurin í tíðindaskrivinum.


Umborð vóru skipari, stýrimaður, maskinmeistari, stjórin á Havstovuni, reiðarin og onnur fólk frá Havstovuni, sum hava við raksturin og viðlíkahaldið at gera.