Hørð bremsing í Kina og brexit klænkar ES-búskap

Hóast metnógv arbeiði og hægri løn verður vakstrarmetingin fyri Týskland niðurjusterað vegna lága privatnýtslu.

 

Framskrivingin fyri Italia er skrivað niður á botn.

 

Væntanin til vøkstur í evruøkinum er fallin mundandi síðani í heyst. Sama er galdandi fyri Danmark, tó í minni mun.

 

Fyri tey 19 evrulondini verður roknað við einum vøkstri upp á 1,3 prosent í ár. Í eini framskriving frá í heyst var roknað við 1,9 prosent í vøkstri í 2019, skrivar ES-nevndinin í vetrarframskriving síni í dag.

 

Í Týsklandi, sum hevur størsta búskap í Evropa, gongur afturá. Har er framskrivingin niðurskrivað við 0,7 prosentstigum.

 

Orsøkin er millum annað lága privatnýtslan hóast góðar tíðir á arbeiðsmarknaðinum – høgri løn og metnógv arbeiði.

 

Vladis Dombrovskis, ein av næstformonnunum í nevndini, vísir á Kina sum orsøk til niðurkølingina.

 

– Tað endurspeglar faktorar uttanífrá so sum handilsspenningar og uppbremsan í vakstrarmarknaðinuk, serliga í Kina, sigur Dombrovskis.

 

Hann vísir eisini á ta óvissu, sum brexit hevur viðført og fer at viðføra.

 

Fyri Danmark ljóðar framskrivingin upp á vøksturin upp á 1,6 prosentstig í ár. Í november roknaði nevndin við eitt sindur hægri vøkstri upp á 1,8 prosent.

 

Nógv umrøddi búskapurin í Italia stevnir ímóti eini enn myrkari tíð.

 

Vøksturin í skuldarplágaða ES-landinum er niðurjusteraður við einum heilum prosentstigi til 0,2 fyri í ár.

 

Italia er undir serligum eftirliti. Í fjør legði stjórnin í Rom fram eitt fíggjarætlanaruppskot, sum als ikki var í tráð við tær reglur, sum Italia hevur verið við til at gera av.

 

Nevndin mátti vísa hesum aftur, og tað endaði við, at italska stjórnin gav seg og broytt fíggjarætlanina.

 

Í fyrstu fíggjarlóguppskotinum úr rom ætlaði stjórnin at veita skattalættar og vælferðartænastur, sum fóru at hava við sær ein ógvusligan vøkstur í almennu nýtsluni.

 

Italska stjórnin grundgav hetta við, at hesar nýskipanir vóru neyðugar fyri at seta gongd á vøksturin.

 

/ritzau/