Tað er nærum sama manning umborð á Hvessingi í ár sum í fjør.
Í Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag høvdu tey vónað at havt fleiri manningar við, men tað er hørð kapping um fólki í Sundalagnum.
– Í økinum eru trý feløg til 2000 fólk. Til samanberingar eru í Havn trý feløg til 20.000 fólk, sigur Ásbjørn Andrassarson Midjord formaður.
Hetta merkir kortini ikki, at feløgini ætla at leggja saman, tí tað er eingin áhugaður í.
Góðar umstøður
Ásbjørn Andrassarson Midjord er kortini bjartskygdur um, at fleiri fólk fara at koma í felagið. Nógv orka hevur verið løgd í at gera umstøðurnar góðar, eitt nú hevur Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag fingið nýggjan drott.
– Tað hevur altíð verið so, at umstøðurnar hjá okkum hava ikki verið sum aðrastaðni, tí hevur tað verið týdningarmikið, at vit hava gjørt umstøðurnar góðar. Vit hava hugsavnað okkum minni um at fáa fólk, men nú umstøðurnar eru góðar, verður helst lættari at fáa fólk.
Neystið er stórt, men ætlanin er at byggja út fyri at gera umstøðurnar enn betur.
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her