Hørður H. Askham var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í FC Roskilde spældu sekstandapartsfinalu í donsku steypakappingini.
Roskilde, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini møtti á útivølli Lyseng úr fjórðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Roskilde vóru stórir favorittar, men teir livdu ikki upp til favorittleiklutin, men taptu 3-4 aftaná longda leiktíð.
Í fyrra hálvleiki gekk annars eftir ætlan hjá Roskilde. Emil Nielsen og Selim Baskaya syrgdu fyri, at Roskilde var á odda 2-0 í steðginum. Men í seinna hálvleiki megnaði heimaliðið at skora tvær ferðir innanfyri tveir minuttir, og so stóð á jøvnum 2-2. Átta minuttir inni í longdu leiktíðini legði Lyseng seg á odda 3-2. Tað eydnaðist Marius Uhd at javna til 3-3, men tá Lyseng skoraði til 4-3 megnaði Roskilde ikki at svara aftur.
Eitt sera stórt vónbrot fyri Hørð og liðfelagarnir ikki at røkka áttandapartsfinalunum í donsku steypakappingini.