Tað segði annar av indonesarunum, sum eru avhoyrdir í sambandi við sjófrágreiðingina um vanlukkuna umborð á Anitu 11. februar.
Indonesarin, ið er 28 ára gamal, greiddi frá, at hann hevur siglt við Anitu í 10 mánaðir.
Hann var sjálvur triði á dekkinum undir setan um kvøldið 11. februar, og teir ansaðu eftir, at ongar fløkjur fóru út.
Eina ferð einar fýra fløkjur kom í einum, royna teir tríggir at greiða sum frægast. Maðurin, sum fór fyri borð, stóð aftan fyri hinar báðar, og áðrenn teir vita av, fær 34 ára gamli indonesarin eina lykkju um annað beini, og hann fer við ferð fyri borð.
Vitnið greiddi frá, at maðurin fyrst datt og síðani smekkaði høvdið í einjarnkant, áðrenn hann fór fyri borð.
Allir menninir á dekkinum róptu beinanvegin upp á brúnna, fyri at fáa annan stýrimann, sum hevði vakt tá, at steðga skipinum.
Vanliga greiða menn fløkjur við hondunum, meðan gørnini renna út, meðan skipið siglir víðari.
Sakførarin vísti síðani nakrar myndir, ið sýndu pawnin, har gørnini lógi í. Hetta fekk vitnið at vísa rættinum eina mynd, hann hevði á telefonini, sum meira nágreiniligt sýndi, hvar maðurin fór fyri borð.
Hetta fekk sakføraran hjá reiðaranum at spyrja, um ein maður veruliga kundi passa út gjøgnum opið.
Til tað svaraði vitnið, at talan var um ein lítlan mann.
Hann helt, at 34 ára gamli indonesi var komin til at sparka til hesa lykkjuna, sum hann fekk um beinið.
Hann greiddi frá, at sjólætni maðurin var dekksformaður, og hevði ábyrgdina av arbeiðinum. Hann greiddi frá, at tað var horvni maðurin ið gjørdi av, hvussu nógvir mans vóru á dekkinum, tá teir settu.
Orsøkin til, at teir vóru tríggir á dekkinum, var, at nógv var at gera á fabrikkini. Hann greiddi frá, at teir vanliga vóru fýra mans á dekkinum, tá teir settu.
Hann segði, at teir høvdu arbeitt út í eitt í 15 tímar, og tað var ein hálvur tími, til teir fingu frívakt.
Vitnið greiddi frá, at teir ongantíð gingu í hjálmi ella bjargingarvesti, men at teir vanliga høvdu ein knív við hondina at taka til, um nakað hendi, men hendan dagin var eigin knívur.
Hann greiddi frá, at vaktirnar umborð vanliga vóru 12 tímar, men at tær saktans kundu koma upp í 16 tímar. So fingu teir frívakt í átta tímar.
Málið, teir tosa umborð, er spanskt, men tað dugdi hetta vitnið lítið av.
Dómarin vildi vita, um nøkur MOB-skipan fanst umborð, men tað visti vitnið einki at siga um.
Vitnið greiddi frá, at teir vanliga vóru fýra mans á dekkinum, tá teir seta, og hann greiddi eisini frá, at horvni maðurin smekkaði høvdið í ein jarnkant, og at talan var um ein harðan smell. Hann dugdi kortini ikki at siga, um horvni maðurin var við vit, tá hann fór í havið.
Hann greiddi frá, at hann rann niður á fabrikkina, tá ið vanlukkan var hend, fyri at heinta hjálp, men hann var skjótur uppi á dekkinum aftur.
Hann segði seg ongantíð fáa eygað á horvna mannin, eftir at hann var farin fyri borð.
Hann leitaði sær síðani longur upp á skipið fyri at vita, um hann fekk eygað á horvna mannin, tó uttan úrslit.
Hann greiddi frá, at teir eina ferð høvdu havt trygdarvenjing teir 10 mánaðirnar, hann hevði verið við Anitu. Hann segði, at teir høvdu trygdarútgerð hangandi, men at teir bara ikki brúktu hana.
Hann segði, at ljósið aftan á skipinum var ikki so gott, og tí var ringt at finna horvna mannin aftur.