Høvdu tríggjar milliónir í halli

- Tað ber ikki til at kappast við tað almenna, sum, undirbjóðar privatu miðlarnar um lýsingar

Í Fjør hevði Miðlafelagið eitt hall upp á tríggjar milliónir.

Tað staðfestir Eirikur Lindenskov, stjóri, í tíðindaskrivi í morgun.

 

Miðlafelagið er felagið, sum eigur Sosialin við dóttirfeløgunum, Miðlavarpinum, P/F Miðlar (P/F 01.01.2014), SP/F Ctrl og Prentsmiðjununi, sum er eitt atknýtt felag.

 
- Orsøkin til ringa úrslitið hjá Miðlafelagnum er, at úrslitið hjá dóttirfelagnum, Sosialinum, var eitt hall upp á góðar tríggjar milliónir krónur.

 

- Raksturin av Sosialinum, Vikublaðnum og in.fo gav eitt positivt úrslit í 2014, men tað var raksturin av Rás2, sum gav hall upp á slakar 3,2 milliónir krónur, sigur stjórin.
 

- Rás2 hevur ikki staðið seg í kappingini við Kringvarp Føroya um handilslýsingar í útvarpi, staðfesti stjórin.

 

Tí hava eigararnir gjørt av at leggja felagið felagið, sum hevði Rás2, niður. Tað varð gjørt í november og tá varð raksturin av Rás2 lagdur í felagið, Miðlar, sum eisini rekur útvarpsstøðirnar Voxbotn og KissFM, og sum Sosialurin eigur helminging av.

 

- Av tí at virksemið í felagnum sum rak Rás2, steðgaði, gera avskrivingar o. a., at ársúrslitið verður verri, enn tað hevði verið, um felagið helt fram at virka.
 


- Vit mugu bara staðfesta, at tað ber ikki til at kappast við tað almenna um handilslýsingar, Staðfestir Eirikur Lindenskov í tíðindaskrivinum.

 

- Tað er ikki politiskur vilji at bøta um umstøðurnar hjá privatum miðlum at virka í Føroyum. Løgtingið vil tað soleiðis, at Kringvarp Føroya – umframt at verða fíggjað við lógarkravdum kringvarpsskatti – eisini skal fíggjast við, at stovnurin undirbjóðar privatum miðlum á lýsingarmarknaðinum.

 

- Hóast royndir hjá Mentamálaráðnum at bøta um viðurskiftini, vil Mentanarnevndin hjá løgtinginum tað øðrvísi, sigur hann.

 
Hann hevur tó bjartari vónir um framtíðina. Hann sigur, at gongdin síðani broytingarnar í november í fjør hevur verið munandi frægari. Leiðslan í Miðlahúsinum metir, at hesar broytingar viðvíkjandi Rás2, saman við tillagingum, sum verða gjørdar, fara at geva positivan rakstur aftur í 2015.