Havt fund við nýggjum formanni, aðalskrivara og stýrislimi

Høvuðsstýrið í Heimamissiónini hevði fund við nýggjum formanni, aðalskrivara og stýrislimi.

Heri Kjærbo er nýggjur formaður í høvuðsstýrinum, Hjalmar Hansen nýggjur stýrislimur og Jákup Brúsá byrjar sum nýggjur aðalskrivari í Heimamissiónini 1. september – og allir høvdu sín fyrsta fund í høvuðsstýrinum í kvøld.

 

Hetta skrivar Trúboðin.

 

Samstundis hevur Jan Johannesen takka fyri seg eftir 12 ár í høvuðsstýrinum. Vit takka honum fyri trúfasta tænastu, skrivar trubodin.fo.

 

Afturat hesum sita onnur góð fólk í leiðsluni. Frá vinstru á myndini:

 

  • Heri Kjærbo
  • Jørmund Foldbo
  • Jógvan Garðsá
  • Ragnar Groth Mortensen
  • Beinta Klein
  • Annelisa Rasmussen
  • Hjalmar Hansen
  • Ovi Brim
  • Jákup Brúsá

 

UM TÚ IVAST: Høvuðsstýrið er hægsti myndugleiki fyri Kirkjuligu Heimamissiónina (sindur sum nevndin í einum felag). Høvuðsstýrið ansar eftir øllum viðurskiftunum, leiðir arbeiðið og stýrir størv­um og ognum hjá Heimamissiónini við aðalskrivaranum sum dagligum leiðara, skrivar Trúboðin á trubodin.fo.