Nógvur politikkur verður blandaður upp í steypafinalurnar í fótbólti 28. og 29. august. Tjóðveldi eigur frásøgumannin – meðan allir flokkar kunnu keypa lýsingar.
Tá steypafinalurnar í fótbólti verða spældar 28. og 29. august, verða tær sendar á Rás1 hjá Televarpinum og stroymaðar á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
Og tað verður ikki hvør sum helst, sum verður frásøgumaður í sjónvarpinum. Eitt av høvuðsvalevnunum hjá Tjóðveldinum til løgtingsvalið 1. september, Magni Arge, verður frásøgumaður.
Sosialurin skrivaði í gjár, at felagið, sum hevur keypt rættindini frá FSF at senda fótbóltsfinalurnar, hevur bjóðað øllum politisku flokkunum at lýsa í sjónvarpinum og kring vøllin í sambandi við steypafinalurnar. Soleiðis verður politikkur blandaður beinleiðis upp í fótbóltin – nakað, sum verður illa sæð allastaðni, tí politikkur, eins og átrúnaður, verður ongantíð knýttur saman við ítrótti.
Christian Andreasen, formaður í FSF, sigur við Sosialin, at hetta smakkar honum illa.
– Sáttmálin er skrivaður, áðrenn valið varð útskrivað, og vit fáa ikki broytt treytirnar nú, sigur Christian Andreasen.
So umframt eitt fótbóltsbrak, so fáa vit eisini eitt politiskt brak í sambandi við steypafinalurnar – sum verða spældar, tá bara tveir dagar eru eftir til løgtingsvalið.
Magni Arge er – umframt høvuðsvalevni hjá Tjóðveldinum til løgtingsvalið – eisini fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.