Hokus-pokus loysnin hjá Jørgin Niclasen

Jóannes Eidesgaard
-----

Líkt er til, at Fólkaflokkurin og serliga formaðurin eru fangaðir av teirra egna retorikki um útreiðsluneutralitet. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum og sum floksformaður eri eg púra samdur í sjónarmiðinum um, at hækka vit eina útreiðslujáttan, so eiga vit at gera tað neutralt við at lækka onkra aðra játtan. Hetta skal vera høvuðsreglan, uttan at vit gerast meira katólsk enn pávin.
ES-gransking ella FP7, sum hon verður nevnd, er mál hjá Uttanríkisráðnum. Henda kostar á leið 7 mió. kr. í ár og nakað tað sama árini, sum koma. Skal henda játtan gerast úteiðsluneutral, sum Fólkaflokkurin í fjølmiðlunum so brennandi ynskir, so er bert ein vegur at fara, og tað er, at raksturin hjá Uttanríkisráðnum verður skorin við 7 mió. kr. Alt annað er sminking.
Í D&V í fyrrakvøldið og í ÚF í gjárkvøldið segði Jørgen Niclasen, at hann og Jacob Vestergaard høvdu funnið loysnina. Hon var at taka pengar úr Búnaðargrunninum og brúka teir til FP7. Men at taka pengar úr einum grunni, sum tað almenna frammanundan eigur, ger ikki játtanina útreiðsluneutrala. Tað er púrasta misskilt enntá við fríum við vilja. Tað er sum at flyta pengar úr vinstra lumma yvir í høgra lumma. Tú verður hvørki ríkari ella fátækari av tí orsøk.
Var tað so, at landskassin ikki átti nakað gjaldføri, so kundu vita tosa slíkt tos, men tað er ikki trupulleikin hjá okkum. Landsbankin hevur ríkiligt við gjaldføri á leið einar 1,6 mia. kr. Ein inntøka úr einum grunni er sum ein inntøka frá einari einskiljing. Hon bøtir als ikki um hallið, menn bert um gjaldførið. Hin vegin segði Jørgin Niclasen tað so rætt, at um ein útreiðsla verður uppraðfest, so má ein onnur niðurraðfestast við somu upphædd. So hví so ikki gera tað viðvíkjandi FP7 ella við øðrum orðum, hví lækkar so ikki raksturin av Uttanríkisráðnum við 7 mió. kr.?
Skuldu vit annars brúkt logikkin hjá Fólkaflokkinum, so skuldu vit tømt grunnar fyri 800 mió.kr., koyrt tað inn á fíggjarlógina , so var hallið burtur – hokus pokus. Men so einfalt er tað nú ikki.
Hin vegin, so haldi eg, at tað er avgjørt skilagott, at Vinnunevndin, sum í løtuni viðger uppskotið um Búnaðargrunnin, tekur ta avgerð, at ein ávís upphædd verður latin Granskingargrunninum til gransking og menning.