Hol í høvdið at tosa um kapping

Stjórin í Safari Transport er ógvuliga vónbrotin av tinglimum hjá samgonguni

Postverkið

? Verður Postverkið gjørt til alment partafelag, soleiðis sum tað nú liggur í kortunum, er tað heilt hol í høvdið at tosa um nakra kapping.
Knút Lützen, stjóri í Safari Transport er ómetaliga vónbrotin av tinglimunum hjá samgonguni.
Líka síðani ætlanin um at gera Postverk Føroya til alment partafelag kom í eygað, hava Safari Transport og hini privatu flutningsfeløgini roynt at ávirka málið fyri at tryggja sær, tey fingu ein ærligan møguleika at kappast við Postverkið.
? Eitt tað síðsta vit gjørdu, var at skriva øllum tinglimum hjá samgonguni skriv um málið. Men tað eru bara Johan Dahl og Poul Michelsen, sum hava svaraðu okkum aftur og tað er eitt vónbrot.
Landsstýrið hevur heldur ongantíð boðsent privatu feløgunum á økinum fyri at hoyra okkara sjónarmið og tað er ikki minni vónbrot.
? Tá ið okkara sjónarmið kortini eru komin eitt sindur fram, er tað tí at vit hava sjálvi biðið landsstýrið um fund og tað er eitt líka stórt vónbrot, sigur Knút Lützen.

Fáa yvir 100 milliónir fyri onki
Stjórin í Safari Transport sigur, at verður Postverkið gjørt til partafelag eftir tí ætlan, sum nú fyriliggur, fer tað at fáa lætt spæl at kappa høvdið av øllum kappingarneytum á privata marknaðinum.
-? Higartil hevur Løgtingið skotið 21 milliónir inn í partafelagið. Men harumframt er ætlanin at tað nýggja partafelagið Postverkið skal fáa allar bygningar, bilar og aðrar ognir frá Postverkinum sum nú er, uttan at betala eitt klovið oyra afturfyri.
Knút Lützen sigur, at ognirnar eru virðismettar til 70-92 milliónir.
Hetta er ein virðismeting, sum stjóri í Safari hevur lítið álit á.
? Tað er Postverkið sjálvt, sum hevur biðið um hesa virðismeting og sum hevur goldið hana.
Tí er talan ikki um eina óhefta virðismeting og eftir mínum tykki er hon eisini misteinkiliga lág.
Knút Lützen sigur, at bygningarnir hjá Postverkinum í Havn og í Klaksvík eru mettir til umleið helvtina av tí, teir kostaðu at byggja. Onkrir bygningar eru virðismettir til eitt sindur meir enn helmingin og onkrir eitt sindur minni.
? Tí er hetta ein virðismeting, sum eg gevi lítið fyri, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at umframt at fáa bygningarnar fyri púra onki, kann Postverkið enntá útvega sær eyka inntøkur av at leiga ein part av bygningunum, út, eins og tað ger nú.
Knút Lützen vísur á, at privatu feløgini eru byrjað á berum botni, Men Postverkið skal fáa bæði 21 milliónir í kassan og ognir fyri yvir 100 milliónir fyri púra onki.
? Tað er ikki kapping á jøvnum føti. Vísir tað seg, at Postverkið verður dugnaligt, sær tað ógvuliga svart út hjá privatu feløgunum.

Frítt spæl at kappast
Stjórin í Safari Transport sigur, at landsstýrið hevur lagt upp til, at Postverkið skal kunna útvega sær aðrar inntøkur enn tær, sum tað fær av vanligum postvirksemi.
? Tað kann ikki merkja annað, enn at Postverið fer í beinleiðis kapping við privatu feløgini á økinum, tí tað er onga aðrastaðni at fara.
Men fer Postverkið undir annað virksemi enn vanligan postflutning, skal tað virksemið leggjast í dóttirfeløg, sum skal vera fullkomiliga sundurskilt frá móðurfelagnum.Er tað ikki nog góð trygd?
? Nei, tí í so fall verður dóttirfelagið stovnað við góðum bygningum og øðrum arbeiðsamboðum í rygginum. Hetta vera dóttirfeløg, sum aldrin kunnu fara á húsagang og tað er ikki javnbjóðis kapping. Tvørturímóti fara tey at fáa lætt spæl at dumpa prísirnar, til kappingarneytarnar eru avhøvdaðir og aftaná kann so Postverkið aftur seta prísirnar sum tað vil.
Knút Lützen sigur eisini, at tað verður púra vónleyst hjá privatu feløgunum at forða fyri kappingaravlagandi virksemi hjá Postverkinum.
? Skulu vit gera vart við prísdumping hjá Posterkinum, mugu vit klaga til Kappingarráðið í hvørjum einstøkum føri. Flytir Postverkið 100 kolli ein dagin og dumpar prísin á 25 av teimum, mugu vit senda Kappingarráðnum 25 klagur. Øll vita, at tað er ein heilt ómøgilig uppgáva og sostatt hava privatu feløgini onga verju ímóti kappingaravlagandi virksemið hjá Postverkinum.
Knút Lützen hevur ítøkilig dømi um, hvussu trupult tað er at fáa rættlag í ójavna kapping:
? Vit klagaðu til Kappingarráðið um at Postverkið fekk framíhjárætt at sleppa við Sam um Vestmannasund. Tað hendi javnan, at vit bilar hjá Safari máttu standa í bíðirað,samstundis sum Postbilurin ótarnaður slapp at koyra umborð, uttan at stilla seg í bíðirað.
? Vit noyddust heilt í rættin fyri at fáa viðhald í hesum máli. Skal tað verða neyðugt hjá okkum at fara í rættin við hvørjari klagu, verður tað so tungt hjá okkum, at vit noyðast at geva skarvin yvir, sigur stjórin í Safari.

Postverkið definerar sjálvt
Hann sigur, at Postverkið er eisini í teirri heilt serligu støðu, at tað skal ikki taka mvg av posti.
? Sendir tú ein pakka við Postverkinum, er onki mvg. Sendir tú sama pakka við okkum, mugu vit krevja mvg. Tað er ikki kapping á jøvnum grundarlagi.
? Í samráð við Toll- og Skatt betalir Postverkið mvg av flutningi, sum ikki er vanligur postflutningur. Samstundis er politisk semja um, at mvg lógin skal broytast, so at Postverkið og privatu feløgini verða javntsett.
? Við hesum verður staðfest, at vit ikki eru javntsett í løtuni. Og tað reingir ikki tann veruleika, at Postverkið sleppur sjálvt at gera av, hvat er postflutningur og hvat er ikki. Tann møguleikan hava vit ikki og tað er kappingaravlagandi.
Hann sigur, at Postverkið er eisini í somu serstøðu, hvat í tollavgreiðslu viðvíkur.
? Postverkið ger sjálvt av, hvørjir pakkar skulu tollast. Tann framíhjárætt hava vit ikki. Vit skulu tolla hvønn einasta pakka- og harafturat noyðast vit at Toll- og Skatti 30 krónur í avgreiðslugjaldið fyri hvøn einasta pakka, vit tolla. Heldur ikki tað er kapping á jøvnum føti, sigur Knút Lützen.