Hol á Smyrli

Í farnu viku útsetti strandfaraskipið Smyril onkran túr. Sagt var ikki hví, men tað frættist, at skipið var hol, og at hetta var orsøkin. Holið varð funnið, tá skipið fór til klassingar á Skála.

Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandfaraskipum Landsins, váttar, at hol var á Smyrli, men at talan bert var um eitt lítið hol, ið varð funnið, tá skipipð fór til klassingar.

- Tað er rætt, at eitt lítið hol var á, men talan var um tering, og tað er ringt at verja seg fyri, sigur Magnus Magnussen.

- Skipið fór til klassingar á Skála. Skrokkurin varð tjúkdarkannaður og eitt lítið hol varð funnið, sigur tekniski leiðarin.

Fram er komið, at ein pláta varð sveisað fyri, men at hon ikki helt, sum ætlað. Hetta er partvís rætt, sambært Magnus Magnussen.


Lak framvegis

- Ein pláta varð sveisað fyri holið, men tað lak framvegis, tí sveisingin var ikki nóg góð, sigur Magnus Magnussen. Skipið fór so aftur inn á Skála og brekið varð rættað.

Magnus Magnussen sigur, at skipið annars er í góðum standi og at hetta var ein sokallað "isolerað" hending. Hetta merkir, at restin av skrokkinum skuldi verið í góðum standi.

- Ein kann ikki verja seg móti tering, sigur Magnus Magnussen, ið leggur dent á, at eingin túrur bleiv avlýstur, bert útsettur eitt sindur.

Vit royndu eisini at fáa eina viðmerking um frá skiparanum á Smyrli, men hann er júst komin umborð aftaná frítíðina, og hevur sostatt onga viðmerking.

- Eg eri ikki tann rætti at spyrja, sigur skiparin.


Jóansøkutúrurin

Heldur ikki kann hann gera nakra viðmerking til søguna í Sosialinum leygardagin um, at Smyril fór ov tíðliga av Vági á jóansøku. Úrslitið var, at fólk, ið ikki skuldi við, var umborð á túrinum til Havnar.

- Eg var ikki við, eg eri júst komin aftur í frítíðini og veit einki um hatta, sigur skiparin í stuttari viðmerking.