Fyri aðru ferð í minni enn tríggjar vikur varð fótbóltslandsliðið leygardagin sligið í gólvið við tungum 6-0 tapi.
Eftir at tað í nógv ár fyri tað mesta hevur verið talan um tap við einum og viðhvørt tveimum málum, og eftir at Føroyar onkra ferðina hava megnað javnleik, er veruleikin knappliga ein heilt annar.
Nýggi høvuðsvenjarin og liðið standa brádliga í nýggjum altjóða veruleika, sum er tann, at tjóðirnar, sum vit kappast við og serliga pressan í hesum londunum, heldur, at Føroyar hava einki at gera í altjóða fótbólti. Tað er vorðið sum dómur!
Nýggi venjarin stendur eisini í veruleika í Føroyum, sum eingin venjari hevur verið í, síðani stutt frammanundan, at fyrsti venjarin í 1993 legði frá sær. Fyrrverandi spælarar hava í vikuskiftinum alment givið til kennar, at FSF hevur ikki valt tann rætta venjaran, og nú hevur ein spælari boðað frá, at hansara tíð á landsliðnum er liðug.
Veruleikin
Einfalt sett upp er trupulleikin, at landsliðið ikki megnar at fáa mál, og at landsliðið ikki megnar at byrgja upp fyri mótstøðuliðunum, sum hava fingið mál burturúr so at siga øllum møguleikunum, sum tey hava havt.
Í tveimum undankappingardystum hava mótstøðuliðini skorað trý mál upp á brotsspark. Fýra mál hava teir skorað eftir innlegg úr síðunum. Í øllum førunum hava tað verið í minsta lagi tvær ferðir so nógvir føroyingar í brotsteiginum frammanfyri Jákupi Mikkelsen, sum tað hava verið útlendingar. Markeringarnar hava verið ov vánaligar, taklingarnar hava ikki verið har, tá ið tær skuldu setast inn, og blokeringarnar hava ikki verið so góðar, sum tað áður er sætt.
Hetta er ein av trupulleikunum í verjuni. Ein annar trupulleiki ella kanska heldur veruleiki er, at málverjin seinastu tveir dystirnar ikki hevur spælt á tí ónátúrliga høga støðinum, sum hann ofta hevur gjørt. Um Jákup hevði havt verið á sama støðinum leygardagin, sum hann var t. d. tá ið Føroyar spældu í Litava og Skotlandi í 1998, so hevði hann vart fyri fleiri av málunum, sum fóru ígjøgnum. Og hevði dómarin verið eitt lítið sindur lagaligari, enn hann var tað leygardagin, so hevði úrslitið havt verið 1-0 ella 2-0 ella kanska 3-0.
Uppaftur ein annar trupulleiki er, at teir, sum áttu at verið berandi kreftirnar nú, ikki eru so stinnir, sum teir áður hava verið. Spælararnir, sum hava flestu landsliðsroyndirnar, vístu uttan undantak ikki tað, sum teir áður hava megnað.
Framtíðin
Einasta positivi veruleikin eftir Skotlands ferðina er, at Føroyar ikki skulu spæla nú mikudagin, sum annars verður stórur landsdystardagur kring Europa.
Litava, sum megnaði 1-1 á útivølli móti italsku heimsmeistarunum leygardagin, vitjar á Tórsvølli leygardagin 7. oktober. Tað verður risastór uppgáva, og avbjóðingin verður uppaftur størri, tá ið Føroyar nakra dagar seinni skulu til Fraklands!
Eingin ivi er um, at tann veruleikin, at tað eru so fáir útisetar á landsliðnum, sæst aftur í avrikunum. Síðstu vikurnar hava bæði Christian Høgni Jacobsen og Atli Danielsen sagt, at teir ætla sær uttanlands at royna eydnuna. Fyri landsliðið er at vóna, at fleiri fara saman við teimum, og at fleiri fara at megna at arbeiða seg upp. Síðani Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson vóru profilar í superliguni hava dømini verið ov mong um spælarar, sum eftir stutta tíð í útlandinum, aftur hava leitað heim á klettarnar.
Heima í Føroyum tykist tað vera torført at finna aðrar betri spælarar, enn teir eru, sum leygardagin vóru í Glasgow. Nú ræður um at fáa pjøssa skútuna, sum meiri ella minni er í havsneyð, saman til nýggjan túr. Tveir teir fyrstu dystirnir í EM undankappingini hava staðfest, at holdið er veikt, og at viljin ikki er so fúsur, sum hann áður hevur verið.