Holgar Jacobsen hevur innspælt gamla amerikanska fólkasangin “The Wayfaring Stranger” inn av nýggjum.
Sangurin, ið varð skrivaður fyrst í 19. øld, er innspældur ofta síðan tá, men kanska serliga Burl Ives útgávan av lagnum frá miðskeiðis í síðstu øld er kend, men eisini nøvn sum Johnny Cash og Emmylou Harris hava havt síni boð uppá sangin.
Nú er tað so Holgar, ið spælir sangin inn, hann spælir sjálvur allar gittarar og syngur, eins og hann hevur ljóðblandað og tikið upp. Á bassinum hevur hevur hann John Edvin Joensen. Holgar, ið misti mammu sína herfyri, sigur, at hetta er eitt lag, ið gevur honum stóran ugga í løtuni.
Hoyr sangin omanfyri.