Holger, ið er ættaður úr Vejle í Danmark, er 55 ára gamal. Hann er útbúgvin innan handil. Hann hevur búð í Føroyum síðan 1972, tá hann fekk starv hjá Føroya Keypsamtøku í Dr. Jacobsensgøtu í Havn. Seinni koyrdi hann trukk hjá Skipafelagnum Føroyar, arbeiddi á heilsølunum hjá Brandur Øssursson og hjá Kartni Winther. 1. september 1978 fekk hann starv á frystideildini hjá P/F Poul Hansen, seinastu tvey árini hevur hann starvast á kølideildini.
Holger er giftur við Kitty, f. Egholm, úr Streymnesi. Tey búgva í Kollafirði og eiga fýra børn, tey eru: Bogi, Gert, Arnbjørn og Anna.