Holini í kapitalvinningskatting skulu tippast!

Tað ber ikki til, at vanligar lønir bera vaksandi byrðar, meðan hundraðtals milliónir fara ígjøgnum hol í kapitalskatting. Landsstýrið átti langt síðani at havt tipt holini. Tí málið er reist fleiri ferðir á tingi seinastu árini

Henry T. Mellemgaard er ein maður, ið hevur uppiborið stóra virðing. Í eini vælskrivaðari grein, vísir hann á, at hundraðtals milliónir í skatti av stórum kapitalvinningi, fara fyri skeytið. Tí pengar verða fluttir ímillum partafeløg og holdingfeløg, so skattalógin ikki røkkur. Og eg veit, at Henry hevur gjørt sítt til at fáa hetta mál tikið í álvara í fleiri ár.

Sjálvur havi eg fleiri ferðir reist hetta málið á tingi. Havi tosað við allar flokkar um at gera nakað við tað. Og setti longu í 2007 saman við tveimum øðrum tingmonnum ein skrivligan fyrispurning til Bárð Nielsen, ið tá var fíggjarmálaráðharri, um hetta mál. Hann hevði frammanundan broytt lógina, men hann afturvísti, at nakar trupulleiki var. (Tey, ið hava hug, kunnu lesa spurning og svar á hesi leinkju:) HYPERLINK "http://www.logting.fo/casewritten/view.gebs?sessionYear=2006&caseWritten.id=155&menuChanged=17"http://www.logting.fo/casewritten/view.gebs?sessionYear=2006&caseWritten.id=155&menuChanged=17

Havi síðani spurt skiftandi fíggjarmálaráðharrar og eisini vent mær beinleiðis til Fíggjarmálaráðið at fáa greiði á spurninginum. Men onki er hent og trupulleikin ikki viðurkendur.

Vónandi hevur Henry T. Mellemgaard nú fingið vent eygunum hjá øllum. Øll mugu verða samd um, at hesi hol mugu tippast sum skjótast. Og eg kann lova vegna Tjóðveldi, at vit vilja gera nakað við tað.

Vit skulu hava eina rættvísa skattaskipan. Tað kann ikki vera rætt, at tey, sum hava minst, skulu gjalda mesta skattin. Og tað kann ikkivera rætt, at tey, sum drena vinnuna fyri pengar, sleppa nógv lættari í skatti enn øll onnur. Vit mugu fáa rættvísi í skattaskipanina.