Holland vann í kvøld 2-0 á Eysturríki og er víðari úr bólkaspælinum. Memphis Depay og Denzel Dumfries skoraðu málini fyri Holland, sum er víðari saman við Italia og Belgia.
Longu aftaná ellivu minuttir koma Holland á odda, tá David Alaba gjørdi brotsspark. Tað var á brotsteigarmarkinum og tað mátti VAR til, áðrenn dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Memphis Depay, sum er á veg til FC Barcelona, umsetti til mál.
Holland var greitt omaná, meðan Eysturríki satsaði nógv tíðliga. Tað gav Hollandi pláss til at fara í mótálop. Tað var upp á eitt mótálop, at Denzel Dumfries fekk ein direktør frá Donyell Malen, sum spældi bóltin upp á tvørs.
Eysturríki hevði ikki so nógva at bjóða uppá, og helst var Holland nærri at økja, enn Eysturríki var at minka um munin.
Holland – Eysturríki (20.00)
1-0 Memphis Depay, 11 br
2-0 Denzel Dumfries, 67
Dómari: Orel Grinfeeld (Ísrael)
Leikvøllur: Johan Cruijff ArenA (Amsterdam, Holland)
Støðan:
1. Holland 6
2. Eysturríki 3
3. Ukreina 3
4. Norðurmakedónia 0